1. deild í dag

Í 1. deild er heilt umfar spælt í dag. Vit spældu móti botnliðinum NSÍ, meðan toppuppgerð millum AB og Skála var leikt á Skála. Vit vunnu okkara dyst 1-3, meðan AB tapti 1-0, sum viðførðir at vit liggja á 1. plássi nakrar dagar.

Vit spældu heldur ikki væl í dag. Nógvir feilir og lítið strukturerað spæl. Vit komu eisini afturum 1-0 longu í 9. minutti.

Tíbetur, tá einki riggar, hava vit profilar á liðinum, sum kunnu bjarga okkum úr trongum støðum. Fyrst Tór-Ingar og síðan Jovan, bæði í fyrra hálvleiki, og so Tór-Ingar aftur tá umleið eitt korter var eftir. 

Úrslitini í kvøld vóru hesi:

26. juni Skála - AB 1-0
26. juni B68 - KÍ 1-2
26. juni Víkingur - HB 0-1
26. juni EB/Streymur - B71 3-1
26. juni NSÍ - 07 Vestur 1-3

16. umfar verður komandi vikuskifti, tá vit spæla móti Skála á Dungasandi. Hetta er eisini síðsta umfar fyri summarsteðgin.

Koyrið á 07 Vestur!