
1. deild kvinnur vunnu 4-1 á AB
Eftir ein stórsigur móti HB annanhvítusunnudag, so skuldu okkara kvinnur aftur í eldin. Hesa ferð var mótstøðan AB, sum komu vestur við einum 5-0 sigri móti felagsliðnum úr Suðuroynni í fyrsta umfari. Tí kundi væntast, ein spennandi uppgerð á Dungasandi.
Tað gekk eisini javnt á ta fyrstu løtuna. Hóast bæði liðini høvdu góðar støður, so kom einki farligt skot á mál. So við og við, settu vit okkum meir á dystin. Vit fingu onkrar stórar málmøguleikar, men inn fór bólturin ikki.Tá eini 20 min vóru spældir gav hetta eisini úrslit. Bólturin endaði heldur tilvildarliga hjá Juliu. Stødd beint uttanfyri 16 meturin, smekkaði hon til og bólturin sang í netinum.
Stutt fyri hálvleik skoraðu vit aftur. Sissal kom leys úr høgru síðu, og framkomin móti brotsteiginum, skjeyt hon hegnisliga bóltin í handara horn. 2-0 var hálvleiksstøðan, og tað helt sær langt inn í dystin. AB, ið vístu, hvat tær dugdu, fingu bóltin nakrar ferðir afturum okkara verju, men hvørja ferð kom Jana væl út úr málinum.
Tá tað restaði 10 min av dystinum fingu AB tó eitt mál. Bólturin kom innum okkara verju, har ein AB leikari kom at standa leys. Jana kom út úr málinum, har AB leikarin flott lyfti bóltin uppum Janu og í málið.
Nú kom veruliga spenningur í dystin aftur. Men tað vardi ikki leingi. Stutt eftir svaraðu vit aftur. Eitt høgt press endaði við, at Sissal vann bóltin inni í brotsteiginum hjá AB, og smekkaði bóltin í málið.
Seinasta málið kom í yvirtíðini, har uppskriftin var tann sama, sum í triðja málinum. Sesilia Olsen vann bóltin frá verjuni hjá AB, og púra einsamøll móti málmanninum var hon ísakøld og legði bóltin trygt í málið.
Hóast munurin ikki var stórur á liðunum, so vóru vit tann rætti vinnarin, um ein hyggur eftir spæli og kjansum. Eisini var tað stuttligt at síggja, hvussu væl okkara kempaðu. Allar góvu seg alt tað tær høvdu, og tá eru tær ikki lættar at dansa við.
Liðið: Jana Jacobsen (M), Katrina Davidsen, Sesilia Prior, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Sissal Haraldsen, Paula Jensen (L), Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Thomasen, Hanna Thomassen, Anna Gaardlykke, Rebekka Egilstoft Hentze, Bjørk Dalsgaard og Marita E Thorsvig.
Næsti dystur verður komandi sunnudag, tá AB/B71 kemur á vitjan. Vónandi koma nógv at stuðla okkara røsku kvinnum, sum eru nummar 1 eftir tvey umfør.