2. lið stórsigur í Miðvági

Við Jovan á odda spældi 2. lið venjingardyst móti MB í Miðvági. Heimaliðið hevði ikki stórvegis at bjóða uppá, og 11-1 stórsigurin kundi, um nakað, verið væl størri.

Byrjanaruppstilling: Ari í Haraldstovu; Fríði S. Joensen, Gunleif Magnusarson, Uni F. Nielsen, Niels Mouritsen; Hanus Nielsen, Bjarni Dalsgaard; Ásmund Hansen, Rói Hansen, Teitur Olsen; Hørður H. Johansen.

Eyka (allir komu inn): Jógvan Sigurd Hattarstein, Asjørn Heðinsson, Jákup Martin Weihe, Jovan Radinovic-Panic.

Veðrið var av tí allarbesta og nógvir áskoðarar høvdu leita sær oman á plenuna. MB spælir í ár í 3. deild og venjari er Valdemar á Løgmansbø. Okkara lið skal spæla í 2. deild, og venjari er Jovan Radinovic-Panic, sum eisini spældi nakrar minuttir í 2. hálvleiki.

Tá bert tveir minuttir vóru farnir løgdu vit okkum á odda. Hørður legði innfyri úr høgru og Ásmund setti pannuna undir. Og fáar minuttir seinni legði Ásmund upp, við fløtum innleggi úr vinstru og so kundi Rói seta fótin á til 2-0.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki øktu vit til 3-0. Vit høvdu tá havt nógvar, stórar møguleikar, men triðja málið varð tó rættiliga heppi. Vit vunnu bóltin høgt uppi og hann endaði hjá Bjarna. Málverjin sá út til at hava kontrol á, men misti bóltin í netið.

Bjarni átti eisini málið til 4-0, og tá var einki hepni uppi í. Hann fekk bóltin serveraðan einar 20 metrar út og so plasseraði hann hann uppi í handara horni. Tá vóru einir 40 minuttir farnir.

Løtu seinni fingu vit 5. málið til hálvleikstðuna 5-0. Ásmund fekk bóltin frammi í vinstru síðu og spældi Fríða. Fríði trekti inn í brotsteigin framvið tveimum verjuleikarum og serveraði bóltin uppá tvør til Hørð, sum, úr tveimum metrum, kundi rulla bóltin í tóma málið.

Tað tók eina løtu at fáa hol á í øðrum hálvleiki, men í 63. minutti stóð 6-0. Vit spældu okkum ígjøgnum og so kundi Rói lata Ásmund bóltin og hann sveik ikki, men setti bóltin trygt í netið.

7-0 kom uppá sjálvmál. Aftur var tað Rói, sum kom ígjøgnum. Hann skuldi leggja inn fyri úr høgru síðu, men har var ein MB-leikari óheppin og taklaði bóltin framvið egnum málverja.

Heimaliðið fekk eitt mál, sum eisini var av tí tilvildarliga slagnum. Liðskiparin hjá MB fekk bóltin í okkara høgru síðu. Hann skuldi senda eitt innlegg innfyri. Hann rakti ikki væl, men bólturin smeyg sær yvir unga málverja okkara og beinleiðis í netið til 7-1.

Tveir minuttir seinni, í 77. minutti, øktu vit aftur. Jovan spældi djúpt til Hørð, sum, komin inn í brotsteigin, legði uppá tvørs til Hanus, sum setti bóltin í netið.

Tá 81 minuttir vóru farðir stóð 9-1, og aftur varð tað Hanus. Hesa ferð var tað Niels, sum fekk eina góða sending frá Teiti, og legði inn til Hanus.

Hørður skoraði so tvey tey seinastu, í 84. og 87. minuttir, til endaligu støðuna 11-1. Tað fyrr eftir avlevering frá Jovan og tað seinna frá Ásmund.

Alt í alt mugu vit staðfesta, at rættiliga stórur munur var á dygd og venjingarstøðu hjá liðunum báðum, sum eisini skulu kappast í hvør sínari deild komandi kappingarár.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1