5. regluligi aðalfundur 07 Vestur

Í kvøld var 5. regluligi aðalfundur 07 Vestur hildin, hesa ferð í 07 Vestur-húsinum við vøllin á Dungasandi. Nakað av fólki var komið saman lagið var gott! Niðanfyri kann fundarfrásøgn við formannsfrásøgn lesast.

Aðalfundur 2012

1. marts 2012 kl. 19:00

Formaðurin bjóðar vælkomin og byrjaði við at fara beint á pkt 1.

1. Val av fundarstjóra

Eivin var einsamallur í uppskotið og tók við uttan mótmælið. Fundarstjórin byrjaði við at lesa grein 4, ið snýr seg um aðalfund.
Eivin staðfesti eisini at aðalfundurin var lógliga lýstur.
Eftir hetta var farið beint til pkt. 2.

2. Frágreiðing nevndarinnar fyri árið

Áðrenn sjálva frágreiðingina, greiddi Heðin frá, at hetta er fyrstu ferð at aðalfundurin verður hildin í, nú nevnda, 07 Vestur húsinum. Fyrsti og stovndandi aðalfundurin var á 62n Airport Hotel, síðani hava hesi verið hildnir í skúlanum á Giljanesi.

Síðan fór Heðin víðari við ársfrágreiðing formansins:

Formansfrásøgnin 2012

Sagt verður, at alt er ikki sum ein dansur á rósum, hetta eisini galdandi, fyri 07 Vestur. Men hóast stevið, til tíðir, kann tykjast tungt, kunnu vit frøast um, at tað, sum heild, gongur rætta vegin. Eins og í tí føroyska dansinum, bakka vit eitt fet aftur nú og tá, men bert fyri síðani at traðka tvey fet fram.

Ítróttarligi parturin.

Á heysti í 2010 kundu vit bera høvdið høgt, tá vit vunnu okkum rættin at leika í báðum fremstu mans- deildunum. Við stoltleika kundu vit staðfesta, at vit vóru millum fáu feløgini í landinum við hesi umboðan Men skjótt kom gerandisdagurin aftur og umrøðast skuldi hvussu vit vóru fyri at manna liðini.

Uttan at koma nærri inná hvørjar orsøkirnar vóru til tess, máttu vit staðfesta, at vit vóru avmarkaðir við fólki í aldrinum omanfyri 20 ár, og tí høvdu vit neyvan nakran møguleika at lívbjarga okkum í fremstu deildini, uttan munagóðan styrk. Spurningurin var so, um vit skuldi styrkja, ella lata standa til og rokna við at flyta niður aftur beinanvegin.

Havandi aðrar umstøður í huga, enn tær ítróttarligu, kom nevndin til, at rættast var at royna at lívbjarga sær í fremstu deildini. Nevndin metti, at fyrimunirnir við tí umrøðu sum fremsta deildin gevur, styrkti felagið, baði viðvíkjandi fíggjarligum stuðli og stuðli frá viðhaldsfólki. Vit hava brúk fyri báðum og spentu tí bogan hart.

Við øðrum liði varð støðan tann, at liðið skuldi virka sum ein pallur fyri teir yngru leikararnar, har teir skuldu fáa møguleikan at menna seg til størri avbjóðingar. Her høvdu úrslitini ongan týdning.

Søguna kenna vit og tí nýtist ikki at koma nærri inná hana. Tó skal verða nevnt, at nevndin harmast um, at hon kendi seg noydda at gera broytingar í venjaratoyminum, serliga við atliti til tann menniskjaliga partin. Betri varð tað heldur ikki, at tað kortini ikki bar á mál.

Hóast nevndin metur, at avgerðin, eftir tá galdandi umstøðum, var røtt, metur hon seg eisini at hava lært av hesum royndum. Vónandi kemur hetta felagnum til góðar framyvir.

Ungdómurin

Nevndin gjørdi í fjør av, at seta eina ungdómsnevnd at reka barna- og úngdómsfótbóltin. Málið er, at felagið á hvørjum árið setur av pening til ungdómsarbeiðið, sum ungdómsnevndin, hevur nærum fult ræði á. Heitt varð eisini á ungdómsnevndina, um at taka upp samráðingar upp við SÍ og SÍF um at yvirtaka allan fótbóltin, niður til tey smæstu børnini.

Í ungdómsnevndina vóru vald 6 fólk úr øllum økinum. Formaður er Djóni Joensen.

Vit kunnu í dag fegnast um, at øll børnini í 07 vestur økinum, nú leika undir navninum 07 Vestur, í svarta 07 Vestur búnanum. Talan er í fyrstu syftu um tekniska samstarvsavtalu í eitt ár, um børnini yngri enn 12 ár. Men ætlanin er seinni at yvirtøkan skal verða fullfíggjað.

Børnini eldri enn 12 ár, hava síðan byrjan verið partur av 07 Vestur. Fyrstu árini royndu vit at samstarva við MB, men mettu vit ikki, at 07 Vestur hevði fyrimun av hesum samstarvið, sum tí ikki bleiv longt til kappingarárið 2011.

Samstarvið ið hevði verið við MB hevði tó við sær, at kvinnuliðini, sum í samstarvstíðini leiktu í Miðvági, undir navninum hjá Miðvágs Bóltfelag, vóru ikki endurreist í 07 Vestur. Tíðin fer at vísa um ella nær vit aftur hava eitt tilboð til tær størru genturnar og kvinnurnar. Virkar ungdómsarbeiðið, ið sjálvandi eisini umfatar gentur, eftir ætlan, er hugsandi, at hetta kemur av sær sjálvum um fá ár.

Hjá Smádreingjunum hava vit, meldað fýra lið til, ella eitt lið meiri enn í fjør. Í hesum aldursbólkinum trýtur ikki við fólki. Úrslitini í fjør vóru góð, tó at onki steyp kom í hús.

Dreingirnir fingu ein tunga byrjan, men sum frá leið fingu vit fullført kappingina, hóast heldur illa mannaðir. Í ár sær betri út hjá dreingjunum.

Unglingarnir rukku í steypafinaluna, har teir tíverri taptu móti HB. Í landskappingini varð úrslitið lakari, tá vit valdu at spara teir leikararnar ið eisini leiktu á 1. og 2. liði.

Venjara toymið

Venjara toymið fyri kappingarárið 2012 sær soleiðis út:

· 1. Deild: Piotr Krakowski.

· 2. Deild/ Unglingar: Venjarin er ikki endaliga settur, men vit hava veri í sambandi við Birgir Joensen hesum viðvíkjandi.

· Dreingir: Hegga Samuelsen.

· Smádreingir Silva da Braga.

· Børn í Sandavági: Silva da Braga

· Børn í Sørvági: Jógvan Páll Joensen, umframt onkur annar, ið enn ikki er funnin.

Málið hjá ungdómsnevndini er, at liðleiðari skal verða tengdur at øllum ungdómsliðunum.

Felagið

Umsitingin av loyvum, sáttmálum , arbeiðsloyvum og øðrum er tíðarkrevjandi. Fyri tveimum árum síðani varð Jarnhold Nattestad settur at loysa hesar uppgávur. Hetta starvið er lønt við stuðli frá UEFA, umframt at felagið rindar nakað.

Nú vit eisini hava fingið skrivstovuna her í húsumum, at ráða yvir, er ætlanin, at Jarnhold framyvir verður á skrivstovuni týskvøld frá 19 til 21.

Rokniskapinum hevur Jóhan á Ørg tikið sær væl av. Hóast Jóhan nú tekur seg úr nevndini, hevur hann játta, framhaldandi at loysa hesa týdningarmiklu uppgávu, sum higartil hevur verið ókeypis.

Nevndin hevur heitt á Ásbjørg Davidsen um at hyggja oman í húsið og taka upp og vaska.

Praktiska fyriskipanin er arbeiðskrevjandi. Uttan megnartøk frá eldsálum hekk felagið als ikki saman. Vit harmast tó um, at alt ov nógv hongur á ov fáum og vóna, at vit fáa fleiri at rætta felagnum eina hond.

Felagið hevur hesi fýra árini síðan stovnan ment seg støðugt. Men samstundis sum virksemið veksur, krevur tað eisini meiri av teimum ið skulu skipa fyri.

Tyngst eru tøkini ið takast skulu fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Og hevur tað ikki hjálpt okkum, at nærum allur heimurin er í fíggjarkreppu. Tað er munandi verri at finna fram til tær síðstu krónurnar nú enn fyri tveimum árum síðani.

Húsið

Eftir at vit, síðan stovnan, ikki hava vilja lagt okkum út í spurningin um hvar ið eitt “Stadion” átti at verða, hava vit staðfest, at neyvan hendir nakað av sær sjálvum við bræði. Og tá vit ikki kunnu bíða longur, hava vit valt at fara aktivt inn í tilgongdina.

Sum flest øll vita, hava vit søkt og fingið, játtað stuðul frá Sørvágs Kommunu, til bygging av nýggjum húsi, her á Dungasandi. Vit hava eisini søkt Hattrick grunnin um stuðul.

Fyrst varð lagt upp til, at vit skuldu byggja við síðuna av verandi húsi, sum SÍ eigur. Men síðani er ætlanin broytt til, at vit helst keypa gamla húsið og byggja aftrat tí í staðin fyri. Hetta er tó treytað av, at kommunan góðtekur hesa broyting.

Jákup av Stongum hevur teknað upprunaliga uppleggið og arbeiðir nú við broytingarætlanini.

Væntandi kann farast undir útbyggingina tíðliga í Summar.

Fíggjarstøðan

Roknskaparliga var árið í fjør, tað vánaligasta, síðani felagið varð stovnað. Vit kunnu ikki eins og á síðsta aðalfundi breggja okkum av at hava svørt tøl á niðastu reglu. Hesum greiður Jóhan nærri frá um eina løtu.

Eftirmeting

Samanum tikið er nevndin nøgd við gongdina. Ringt er at sleppa undan onkrari mótbrekku, men hóast ferðin er ójøvn, gongur rætta leið. Vit læra av tí vit gjørdu skeivt, eins væl av tí vit gjørdu rætt.

Treystið er gott og vit bjóða framtíðini av við nýggjum málum, so hvørt vit røkka teimum gomlu.

Men eitt er hvat vit, sum í nevndini sita, vilja. Týdningarmiklasta av øllum er, at vit øll standa saman um hetta felags mál. Fleiri herðar ið lyfta, lættari gerst byrðan.

Framtíðin

Framtíðin liggur í unga ættarliðinum. Við tí arbeiði sum longu er gjørt og við teimum ætlanum ið fyriliggja, metur nevndin, at framtíðin sær bjørt út.

Men fíggjarligu viðurskiftini mugu lagast til støðuna í samfelagnum sum heild, tí er av størri týdningi enn nakrantíð, at vit fáa so nógv fólk við í sjálvbodna arbeiðið, sum møguligt.

At enda skal eg, vegna nevndina takka kommununum, virkjum, og einstaklinginum, eins væl og viðhaldsfólki, fyri góðan stuðul. Uttan tykkum var hetta ómøguligt.

Eina serliga heilsu senda vit tykkum, sum á ymsan hátt, hava verið við til at seta góðan dám á til dystir okkara.

Við 07 Vestur kvøðu

Heðin Jørgensen, formaður

Spurningar/viðmerkingar

- Spurt var um ymiskt viðlíkahaldsarbeiði.
Heðin greiddi frá at arbeitt verður við einum húsa-bólkið. Kári Mikkelsen hevur játta at verið við. Eivin bjóðaði seg til.

3. Frágreiðing av rokniskapið og fíggjarstøðu til góðkenningar

Jóhan byrjaði við at ganga ígjøgnum átekningar osv. Siðan var skjótt gingið ígjøgnum raksturin, ið vísir samlað hall fyri 2011 á tKr. 156, ið verður flutt til komandi ár.

Størsta einstaka orsøkin til hallið, var venjaraskiftið miðskeiðis í kappingini.

Fíggjarstøðan javnvigar við tKr. 484.

Viðmerkingar

- Viðmerkt var at útreiðslur til koyring sýnast høgar. Hetta er íroknað allar ferðaútreiðslur, busskoyring fyri tey yngru, flogferðir hjá útlendskum leikarum.

- Vit hava eitt mál mótvegis TAKS, viðv. MVG. Vit hava kært hetta til yvirskattanevndina og fingið viðhald, men TAKS heldur fast um kravið. Vit hava góðar vónir um at málið verður loyst til okkara fyrimun, men einki er enn avgjørt.
Sum skylst, hava fleiri ítróttarfeløg sama trupulleika at dragast við. Tí eru bæði ÍSF og FSF komin uppí málið. Fíggjarmálaráði kemur møguliga eisini við í málið.

Eingin mótmælti roknskapinum og hann var soleiðis góðkendur.

4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum

Jóhan og Ari hava boða frá at teir taka seg úr nevndini. Napolion Magnussen og Jóhan Mikkelsen fóru úr nevndini í kappingarárinum.

Heðin Jørgensen, Eivin Jacobsen, Jim Sonni Guttesen og Fróði H. Poulsen halda fram.

Í uppskotið til nevndarval eru Jón Nordendal og Jarnhold Nattestad. Báðir vóru einmalt valdir, eins og teir fýra, ið halda fram.

Eingir tiltakslimir vóru valdir.

5. Val av granskoðara

Nevndin skýtur upp av velga Menta, ið var einmalt samtykt.

6. Innkomin mál

Einki mál

7. Ymiskt

- Fróði H. Poulsen kom við ynski um sosialisering í felagnum. Møguliga kann ein bólkur setast við hesum eina endamálið, ein trivnaðarnevnd. Uppskot var sett fram um trivnaðarnevnd.

Kunning

- Eyka-aðalfundir verður helst naka skjótt, tá málið um keyp av SÍ-húsinum kemur fyri.

Fundurin lokin kl. 20:08





Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1