AB - 07 Vestur 3-2

Vit taptu fyrsta dystin í ár uttan at vera verra liðið. AB høvdu meira bóltin í fyrra hálvleiki, men vóru ikki serliga farligir, tóat vit góvu teimum tvey bílig mál. Í seinna hálvleiki tóku vit yvir, men áðrenn vit komu í gongd við málskjótingina góvu vit teimum enn eitt mál. Holgar skoraði so bæði okkara mál, og so var tíðin farin.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Rógvi E. Nielsen (Ásmund, 76'), Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilson (Jákup Sveinbjørn, 79'), Ragnar Nattestad, Holgar Djurhuus; Hørður Johansen (Jóhan, 46'). Eyka:Eli Poulsen, Jóhan Selfoss, Ásmund Hansen, Jákup Sveinbjørn Olsen, Andrias Eriksen.
Dómaratrio:Páll Augustinussen, Bent T. Linklett, Jan Hermansen.

Vit fóru út á Argir við góðum vónum. Lið okkara er sterkt og vit hava eisini víst at vit kunnu venda aftur í dystum, har tað hevur gingið ímóti. Uppstillingin er áleið tann sama, tóat Hørður byrjaði inni so Holgar var í høgru og Ragnar og Rógvu høvdu skift um, nú við Ragnar frammanfyri og Rógva á bakkinum.

Fyrstu løtuna var spælið óruddiligt. Vit fingu ikki spælið at rigga væl. Holgar var lívligur sum altíð og spælið gekk nógv oman í okkara høgru. AB hevði bóltin meira, men vóru ikki serliga farligir.

Tá hálvleikurin var hálvrunnin góvu vit knappliga vertunum tvey mál. Fyrst var tað eitt innlegg, ið dalaði niður í stongina og í ryggin á Peturi og inn. Síðani var verjan og miðjan púra fráverandi og Jónas Stenberg trekti beint inn í brotsteigin og útplasseraði málverjan. Hálvur tími farin og 2-0.

Stutt eftir hetta skiftu Hørður og Holgar um pláss og Holgar fekk stórsta møguleika okkara í fyrra hálvleiki, tá hann fekk eina góða avlevering upp um verjuna, men, í góðari støðu fekk hann ikki veruligt skot á, so málverjin bjargaði lætt.

Seinna hálvleik byrjaðu vit best og vóru betur allan seinna hálvleik. Hóast hetta megnaðu vit at lata enn eitt bíligt mál, og harvið gera brekkuna ov tunga. Langi bólturin frá pressaðu AB-verjuni skapti eina misskiljing ímillum Aristide og Petur, og Bjartur Kjærbo kundi seta bóltin lætt í tóma netið.

Hóast støðuna hildu vit á at kempa - og hetta gav umsíðir úrslit. Holgar fekk ein góðan bólt upp í vinstru. Hann trekti inneftir beint uttanfyri brotsteigin við rygginum móti málinum. Holgar tók so eitt trekk afturat, vendi og knallaði til. Sera vakurt sat bólturin uttast við nærmastu stong.

Holgar var ikki liðugur enn og í 89. minutti skoraði hann so aftur. Vit pressaðu hesa síðstu løtu og fluttu nógv fólk framm. AB bardust við tí teir áttu fyri at verja leiðsluna. Hóast vit vóru nógv tað betra liðið í seinna hálvleiki máttu vit tískil til hús við ongum. Og tillukku til AB, teir gjørdu tað teir kundu.

Vit kunnu bara staðfesta taið í dag. Um vit kunnu siga okkum hava fingið naka burturúr, má tað vera at vit eru um ogna okkum ein sera umráðandi eginleika, nevniliga ikki at geva upp fyrr ein dómarin hevur bríkslað síðstu ferð.

Og tað er nógv vert.

Komandi leygardag spæla vit aftur, tá móti KÍ í Klaksvík.

Koyrið á 07 Vestur!