Nýggja nevndin, f.v.: Egil, Finnbogi, Eyðvør, Rógvi, Jón, Ingibjørn og Jens Kristian. Ove vantar á myndini.

Aðalfundurin víðkað um nevndina

Á aðalfundinum sunnudagin 22. novembur varð nevndin víðkað, Jón, Egil, Rógvi og Jens Kristian hildu fram, og inn komu Ove, Finnbogi, Eyðvør og Ingibjørn.

Síðan 2016 hevur aðalfundurin verið hildin eftir kappingarlok, har vanliga skráin verður fylgd, tó uttan at roknskapurin verður framlagdur. Eftir broyttu viðtøkunum verður árliga hildin eykaaðalfundur í februar, har roknskapurin so verður fyri.

Á aðalfundinum tóku Jón Nordendal, formaður, Egil Petersen, næstformaður, Rógvi Jacobsen og Jens Kristian Haraldsen við afturvali. Afturat teimum vórðu vald í nevndina: Ove Heinesen (Bøur), Finnbogi Niclasen (Sørvágur), Eyðvør Petersen (Sørvágur) og Ingibjørn Johannesen (Sandavágur).

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jón sum formanni, Jens Kristian sum varaformanni, Finnboga sum skrivara og Ingjbjørn sum peningarøkli.

Nevndin er farin undir at skipað ungdómsnevndina, sum vant, og, sum skilst, kemur Eyðvør serliga at arbeiða saman við ungdómsnevndini.  




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
12. juni kl. 
07 Vestur - ÍF


Betri Deildin, kvinnur
5. juni kl. 
07 Vestur - EBS/Skála

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
12 47 34
HB 11 23 24
Víkingur 11 14 22
NSÍ 12 6 21
B36 11 6 17
ÍF 11 -17 11
EB/Streymur 11 -9 9
07 Vestur 11 -26 8
B68 11 -20 6
TB 11 -24 2


Málskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Silas Eyðsteinsson 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
8 13 18
HB 8 18 16
Víkingur 7 10 13
EBS/Skála 8 12 16
NSÍ 8 9 13
B36 8 -2 10
07 Vestur 8 -14 6
AB/B71 9 -46 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 1
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1