Aftur ein væleydnaður fótbóltskúli

Fríggjadagin og leygardagin var afturvendandi fótbóltskúlin í Sandavági. Eini 80 børn luttóku og aftur í ár var tiltakið sera væl eydna.

Skúlin byrjaði fríggjadagin seinnapartin og helt fram leygarmorgunin og til kl. 15, gott og væl. Skift var ímillum ávísar venjingar og dystir.

Børnini vóru sera væl nøgd við skúlan, eins og venjarar og fyriskiparar.