Albert heldur fram í 07 Vestur

Albert Theis Nielsen, sum kom til 07 Vestur í fjør, hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, so hálvi sørvingurin verður við okkum komandi kappingarár.

22-ára gamli Albert spældi hann seg inn á lið okkara í fjør, og fekk eisini debut í Betri Deildini hjá okkum, undir Magnus Powell. Albert er annars er uppvaksin í Danmark, men kom vestur úr EB/Streymi har hann var árið fyri, tó uttan at fáa stórvegis spælimøguleikar. 

Í alt fekk ungi framrættaði miðvallarin 22 dystir í Betri Deildini og 1 í steypakappingini í fjør, umframt nakrar fáar dystir í 2. deild. Hann fekk eisini sítt fyrsta mál í Betri Deildini í sera spennandi og vælspælda 2-2 javnleikinum móti B36 í heyst, tá hann legði okkum á odda 2-1 í 84. minutti. Hetta bleiv tó ikki sigurmálsið, hóast vit høvdu uppiborið tað, tí B36 javnaðu fimm minuttir seinni.

Sum skilst arbeiða annars 07 Vestur og nýggi høvuðsvenjarin, Michael Schønbjerg, við at fáa styrk á fleiri plássum. Nakrir av útlendsku leikarunum eru farnir úr felagnum, Zoran Vujovic og Predrag Jeremic, sum eru leysgivnir eftir at sáttmálarnir gingu út, og so Kevin Jablinski, sum, eins og undanfarni venjarin, er farin til Østersunds FK í Svøríki.  




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1