Jim Sonni Guttesen, formaður, og Albert Ellefsen, nýggjur hjálparvenjari.

Albert verður hjálparvenjari

07 Vestur hava í dag undirskrivað avtalu við Albert Ellefsen, ið inniber, at royndi venjarin verður hjálparvenjari hjá EFFO-liði okkara komandi kappingarár.

Við Albert Ellefsen úr Miðvági við á bonkinum, hava 07 Vestur tryggja sær ein royndan harra í føroyskum fótbólti. Bæði sum venjari og leikari hevur Albert verið við í fremstu røð og 1. deild í mong ár. Hann hevur spælt fyri MB og FS Vágar og vant FS Vágar, ÍF og HB, umframt fleiri ungdómslið hjá MB.

Við sterka hópinum, ið 07 Vestur hava sett saman í ár, er ábyrgdin hjá venjaratoyminum stór, men, fáa teir tað allarbesta burturúr leikarum og liði, kunnu vit væntað eitt sera spennandi kappingarár.

Vit ynskja Alberti hjartaliga vælkomnum í felagið og blíðan byrð!




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6


Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1