Michael Schønberg og Ári Arge.

Ári Arge flytir til 07 Vestur

07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Ára Arge, sum soleiðis verður fyrsti leikarin hjá Michael Schønberg. Verjuleikarin flytir vestur eftir eitt gott kappingarár í EB/Streymi.

19-ára gamli Ári Arge er upprunaliga úr HB, men fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini fyrraárið, tá hann varð leigaður til AB. Fyri AB spældi hann nær um hvønn dyst eftir summarsteðgin. Í fjør gekk leiðin so til EB/Streym, eisini uppá leiguavtalu við HB, har hann varð ímillum stuðulsleikararnar og spældi næstan hvønn dyst. Hesi tvey árini eru tað so blivið til 36 dystir í Betri Deildini og 3 í steypakappingini.

07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við HB, og Ári er longu byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum.




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1