Ársins leikari og toppskjútti í 2016 aftur í 07 Vestur

Fyri løtu síðani skrivaði 07 Vestur sáttmála við Søren B. Nielsen, sum í fjør gjørdist bæði ársins leikari og toppskjútti okkara. Vit gleða okkum at síggja meira til Søren og ynskja honum hjartaliga væl afturkomnum!

Sera blíði og fryntligi danin kom til 07 Vestur undan kappingarbyrjan í fjør og skuldi vísa seg at verða satt kupp fyri okkum. Hóast tað tók honum nakað av tíð venja seg við graslíki, skoraði hann beinanvegin nógv mál, og tað endaði við heili 26 málum í bara 20 dystir.

Søren, sum kom til landið í gjár, skrivaði undir sáttmála í dag og verður við í venjingini longu í kvøld.

Enn eina ferð vælkomin aftur og hjartaliga tillukku til bæði felag og leikara!





Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1