Savnsmynd: Vónandi enda vit árið við einum sigri á ÍF og harvið á 28 stigum.

Ársins seinasti dystur

EFFO-deildin er so at siga avgjørd áðrenn ÍF og 07Vestur hittast í Fløtugerði leygardagin kl. 15. Á pappírinum er ein teoretiskur møguleiki fyri, at KÍ kann taka meistaraheitið frá Víkingi, men tann møguleikin er sera ósannlíkur.
Spenningurin snýr seg bert um hvør verður nr. 2, 3 og 4. 

Fyri okkara viðkomandi verður ongin broyting. Vit enda nummar 9., og ÍF endar nr. 10. Vit hava í skrivandi stund 25 stig og tað er tað mesta nakað lið hevur havt sum flytir niður, síðani landskappingin í 2005 fór frá 18 upp í 27 umfør.
Tríggjar ferður áður er eitt lið farið niður við 24 stigum: í 2009 KÍ, í 2011 07Vestur og í 2012 B68.

Fyri 07Vestur snýr spenningurin seg um, hvussu úrslitini laga seg í 1. deild.
Kl. 12:30 leygardagin møtast KÍ og AB í Klaksvík, og B68 og ÍF á Toftum. 

Um AB og B68 vinna sínar dystir við tilsamans 14 málum ella meira, so eru okkara dagar í bestu deildini taldir, og vit mugu tungu leiðina niður aftur í 1. deild.

Yvirliva vit, so verður tað fyrstu ferð at vit ikki flyta niður aftur sama ár vit fluttu upp, og tað styrkir heilt víst um liðið, at vit ikki skulu byrja av nýggjum aftur í 1. deild hvørjaferð.

Lat okkum enda kappingarárið við einum sigri á ÍF og vóna at úrslitini í 1. deild laga seg soleiðis, at vit aftur komandi kappingarár eri við í bestu deildini.

Framá 07Vestur! 






Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1