Asbjørn skrivað sín fyrsta sáttmála

Í vikuni skrivaði Asbjørn Heðinson, sum bleiv 16 ár mánadagin, sín fyrsta sáttmála. Asbjørn er eitt av størstu talentum felagsins, og komandi ár hevur hann (endiliga) aldur at spæla við vaksnu deildunum. Hjartaliga tillukku!

Asbjørn hevur seinasta árið, umframt at spæla við U16-liðinum, eisini, hóast unga aldurin, verið ein av berandi kreftunum á unglingaliði, ið tók bronusheiðursmerkir. Asbjørn er eisini millum stuðulsleikararnar á U17-landsliðinum, sum skapti søgu við at vinna seg í elitu-bólkaspælið í innleiðandi umfarinum Kekkia í heyst.

16-ára gamli miðvallarin úr Sandavági er uppvaksin í felagnum, og er eitt lýsandi prógv um, at miðvís venjing, ágrýtni og vilji sameina við evnum kann bera langt. Fleiri løgdu merki til smádreingin, sum vandi einsamallur við bólti og keylum í kava og ódn, eins væl og summarveðri, niðri á Valloyruni. Vónandi taka fleiri eftir!

Enn eina ferð hjartaliga tillukku!




Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1