B1 skeið í januar & februar 2013

FSF ætlar at hava tvey B1 skeið í januar og februar 2013. Fyrra skeiðið verður í Gundadali 18-20. januar. Annað skeiðið verður í Leirvík 1-3. februar. Bæði skeiðini eru treytaði av nóg góðari undirtøku.

B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Men B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum við eitt nú venjing av yngri børnum. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B1 skeið, hava rætt til at luttaka á B2 skeiðinum, sum verður í 8-10 & 15-17. februar 2013.

Evni, sum verða viðgjørd á B1 skeiðinum, eru m.a.:

· Fótbóltur, foreldur og felag

· Leikarin/barnið

· Venjing og dystur

· Venjarin/ungdómsleiðarin

· Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar

· Eitikkur og virðisgrundarlag

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Byrjað verður fríggjadag kl 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.

Upptøkutreytir: Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri..

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald. – Tó er tað soleiðis, at kvinnurnar ikki rinda luttøkugjald.

Áhugað kunnu venda sær til felagið á e-post, 07vestur@07vestur, ella telefon 215180.





Eykaaðalfundur sunnudagin 1/3-20

Lýst verður til eykaaðalfund sunnudagin 1/3 kl. 17.00 í 07Vestur húsinum.

Skrá: 

1.Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

2.Val av grannskoðara

3.Ymist

Nevndin

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1