Mynd: www.jn.fo

Betri Deildin: Annar hálvleikur kostaði

07 Vestur høvdu møguleikar at skora, men tóku ikki av, samstundis sluppu vertirnir ofta framat og tríggjar ferðir sluppu teir framvið Ivan, sum eisini bjargaði brotsparki.

Vit skapt ikki nógv fyrra hálvleik í Gundadali í gjár. Hóast tað áttu vit fyrsta stóra møguleikan, men Ken, sum burdi gjørt tað betri, var ikki nóg kaldur, hóast einsamallur við málverjanum longu áðrenn 5 minuttir vóru farnir.

Heimaliðið hevði hópin av møguleikum, men tað skuldi ikki verða. Enntá brotspark høvdu teir, sum Ivan tók.

Stutt fyri hálvleik høvdu vit aftur ein stóran møguleika, men, á sjálvari strikuni, bjargaði ein HB-ari skotinum frá Gilla.

Annar hálvleikur varð ikki gamal áðrenn HB hevði skorað til bæði eitt og tvey null. Og so varð mótbrekkan nærum ómøgulig.

Miðskeiðis í øðrum hálvleiki brendi Gilli ein sera stóran møguleika, men annars vóru tað havnarmenn, sum áttu flestu møguleikarnir. Hóast tað komu ikki fleiri mál og vit máttu heim aftur við 3-0 sekki.

Sunnudagin verður aftur dystur, tá vit skulu inn á Skála, í 9. umfari. Dysturin verður kl. 15:00.




Komandi dystir

27. apríl

1. Deild: B36- 07V,      kl. 17.00 

2. Deild: Undrið- 07V, kl. 15.45  

3. Deild: Royn-07V      kl.  



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1