Betri Deildin: Høvdu betri uppiborið

Hóast vit vóru omaná í stórar partar av 2. hálvleiki og løgdu heimaliðið undir trýst, høvdu vit ikki tað, sum skuldi til, og tá 15 minuttir vóru eftir, avgjørdu skálamenn dystin við máli til 2-1.

Skála fingu einasta málið í fyrra hálvleiki tá uml. 20 minuttir vóru farnir, og teir vóru eisini mest á bóltinum. Tó so, høvdu vit tveir stórar møguleikar, serliga tá Kira bara skuldi seta fótin á bóltin frammanfyri opnum máli. Hann rakti tó ikki rættiliga á avleveringina frá Gilla.

Í øðrum spældu vit eitt sindur fríari, fyri at royna at skapa nakrar møguleikar. Heimaliðið megnaði til tíðir illa at handfara okkara spæl, og vit komu til fleiri hálvgóðar støður. Harímillum eisini eitt brotspark, sum ikki valdi dómarin at bríksla. 

Um miðjan annan hálvleiki javnaðu vit so endiliga. Jóannis legði eitt fríspark inn í brotsteigin, og har stóð toppskjútti okkara, Gilli, og setti bóltin í málið til 1-1.

Eftir málið hildu vit trýstinum eina góða løtu, og leitaðu eftir øðrum máli okkara, men enn eina ferð koppaði dysturin skeiva vegin, tá skálamenn skoraði vinnandi málið tá umleið fimtan minuttir vóru eftir at spæla.

Sunnudagin 12. mei seta vit hol á annan triðing av kappingarárinum, tá suðringar vitja á Dungasandi.




Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1