Mynd: www.jn.fo

Betri Deildin: Verjufeilir kostaðu

Ringa byrjanin uppá kappingarárið í Betri Deildini helt á við 0-3 tapi móti EB/Streymi. Longu áðrenn hálvleik høvdu tríggir verjufeilir longu kosta okkum møguleikan at fáa nakað burturúr dystinum.

Vit høvdu ikki spælt meira enn 7 minuttir, so góvu vit sundalagsmonnum fyrsta málið. Ein vánalig afturlegging, og so varð 0-1. Tað kundi eins væl verið 0-2 tá, tí hetta mistakið var ikki tað fyrsta, men vit sluppu tá við skrekkinum. Ikki so hesa seinnu ferðina.

Annars høvdu vit lagt upp til spennandi og skjótt álopspæl og allan fyrra hálvleik vístu vit góða taktir frameftir vøllinum, góðar og skjótar flytingar, men uttan endaúrslit.

Eftir góðan hálvan tíma góvu vit gestunum sítt annað mál, eisini eftir út av lagi vánaligt verjuavrik. Og løtu fyri hálvleik endurtóku vit persónlig mistøk og so varð 0-3.

Seinni hálvleikur var ikki serliga væl spældur, hvørgan vegin. Vit megnaðu ikki at avprøva vitjandi málverjan, undantikið einu ferðina, tá Jón burdi havt sett bóltin tá hann bombaði returin langt yvir tóma málið.

Hetta varð triðja royndin í ársins útgávu av Betri Deildini, og enn er bert 1 stig á kontuni. Dystirnir koma tætt nú, so ovmikið av møguleikum verða at rætta uppá støðuna. Sunnudagin skulu vit til runavíkar, og so hósdagin eftir, fáa vit vitjan av klaksvíkingum.

Byrjanaruppstilling: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Ndende Adama Gueye, Martin Tausen, Niels Mouritsen; Nikola Krcmarevic (Asbjørn, 60.), Høgni Egilstoft Nielsen; Gilli Samuelsen (Sølvi, 69.), Janus Svabo Samuelsen, Kyrylo Silich; Jón Krosslá Poulsen (Tór-Ingar, 78.).
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Sølvi Egilson, Dann Fróðason, Asbjørn Heðinsson, Hørður Egilsson, Tór-Ingar Akselsen, Ken Fagerberg.




Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1