Børn renna fyri børn

 Í dag skipaði 07 Vestur fyri stuðulsrenning til frama fyri ungdómin í felagnum og børnini sum búgva á barnaheiminum.

Øll hava tikið sera væl undir við tiltakinum, sum var tað fyrsta av sínum slagi hjá 07 Vestur. Tiltakið verður afturvendandi ljóðar tað frá fyriskiparunum.

Tá øll høvdu runnið í dag, komu tey aftur í 07 Vestur húsið til eina hugnaløta, har børnini fingu sunnkist og frukt. Foreldrini sum eisini vóru vælmannaði, fingu kaku og kaffi.

Kl.16 kom umboð fyri børnini á barnaheiminum, og børn í felagnum hjá okkum handaðu henni ein kekk áljóðandi kr.60.500,-

Hon greiddi frá hvussu ómetaliga fegin tey vóru um hetta tiltak, og legði eina við, at peningurin fór óskerdur til børnini sum búgva á barnaheiminum. Tey ætlaðu møguliga at fara at ferðast fyri pengarnar, og eisini lá í kortunum at skipa fyri einum ítróttardegi har børnini sluppu at royna seg innan alskyns ítrótt.

Vit eru sera stolt av at eiga so nógv røsk børn í okkara felagið. Vit gleða okkum longu til komandi ár tá vit aftur fara at endurtaka hetta brakið. 





Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1