Dann gjørt nýggjan sáttmála

So er greitt 19-ára gamli Dann Fróðason úr Sandavági, sum við 28 dystum er mest leikandi á besta liði í ár, hevur gjørt nýggjan sáttmála. 

Seinastu trý kappingarárini hevur Dann spælt nærum hvønn dyst, eftir at hann fyrraárið, sum bert 17 ára gamal tók annað plássið í miðverjuni. Síðan er tað blivið til 33 dystir í Betri Deildini, 27 í fyrstu deild og 3 í steypakappingini. Í ár skoraði hann eisini 3 mál.

Vit gleða okkum sjálvandi til nógvar góðar løtur afturat við Dann í svarta búnanum!