Dann og Asbjørn við á U17-landsliðið

Dann Fróðason og Asbjørn Heðinsson eru úttiknir á U17-landsliðinum, sum Áki Johansen og Pól F. Joensen hava valt at taka við í mars mánaða skal til Úrvalskapping á Kýpros.

Dann og Asbjørn vóru báðir fastir í byrjanaruppstillingini tá føroyski U17-hópurin við dreingjum, í oktober í fjør, spældi seg víðari til Úrvalskappingina (Elite Round) í EM-undankappingini.

- Hetta verður ein øgiliga stór avbjóðing. Vit skulu spæla ímóti Kýpros, Írlandi og Slovakia, og tey hava øll rættuliga sterk ungdómslandslið. Men vit trúgva veruliga uppá møguleikan, og vit fara sjálvandi eftir honum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í døgunum 11. til 21. mars fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at taka lut í Úrvalskapping (Elite Round) í Larnaca á Kýpros. Úrvalskappingin er kapping fyri lond, sum hava spælt seg víðari úr innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.

Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferð, hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina á Kýpros.

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuleikarar
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE)
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Jógvan Petersen, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Andrias Edmundsson, B68
Sveinur Lava Olsen, HB

Miðvallarar
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Stefan Radosavljevic, TB
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HB

Framherjar
Tórur Jacobsen, KÍ
Steffan A. Løkin, NSÍ

Skráin
15. mars: Føroyar - Írland
17. mars: Føroyar - Kýpros
20. mars: Føroyar - Slovakia





Komandi dystir

Betri-deildin, 17. juni kl.
EB/Streymur - 07 Vestur 

2. deild, 9. juni kl.
07 Vestur - ÍF

Kvinnur, 17. juni kl. 
07 Vestur a - Giza Hoyvík


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 13 17 34
13 15 29
B36 13 10 25
NSÍ 13 18 24
Víkingur 13 3 20
EB/Streymur 13 1 14
Skála 13 -8 14
TB/FCS/Royn 13 -11 11
AB 13 -19 8
07 Vestur 13 -24 4

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 9 26 25
TB/FCS/Royn 9 15 18
AB/B71 7 11 14
AB 8 -11 10
ÍF/Víkingur 7 4 8
07 Vestur b 9 -16 8
EBS/Skála (-3) 7 -2 4
Giza Hoyvík 8 -28 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 9
Sissal Haraldsen 7
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 4
Annika Niclasen 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Barbara Prior 1
Jana Jacobsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1