Dreingir U14 spælt tveir venjingardystir í kvøld

U14 lið okkara spældu í kvøld í Sørvági tveir dystir móti EB/Streymi. A-liðið tapti 2-1 móti teirra A-liðið, og seinna dystin, har bæði liðini brúktu fleiri U12 leikarar, vunnu vit 4-2.

Sveinur Ellefsen úr Miðvági er venjari hjá U14 liðið okkara í ár. Liðið er sett saman við leikarum úr allari oynni, eins og undanfarin ár. Teir hava vant eitt sindur nú, og dystirnir í kvøld vóru fyrstu venjingardystirnir. Á vitjandi liðinum stóð ein annar kenningur sum venjari, Rógvi E. Nielsen, úr Sandavági.

Leiktir vóru tveir dystir á tvær ferðir 25 minuttir. Fyrra dystin brúktu venjararnir sterkastu uppstilling, og spældu ein rættiliga javnan dyst. Gestirnir fóru tó við sigrinum, 2-1.

Seinna dystin lótu venjararnir aðrar og, í stóran mun, yngri leikarar spæla. Á báðum liðum vóru leikarar heilt niður í 10-ára aldur. Hendan dystin vunnu vit rættiliga sannførandi 4-2.

Komandi mikukvøld verður aftur spælt, og á sama hátt. Tá verður spælt úti, helst á Eiði.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 20. aug. kl. 15:00
HB - 07 Vestur


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 18 22 36
NSÍ 18 23 33
18 9 33
B36 18 17 32
HB 18 9 27
EB/Streymur 18 -9 22
Skála 18 -6 20
TB/FCS/Royn 18 -7 20
07 Vestur 18 -25 15
ÍF 18 -33 6

Málskjúttar

Ken
5
Søren
3
Gunleif
2
Holgar
2
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1