Dysturin í dag var eisini stevnudystur, og vit fóru heim við steypinum. (Mynd: Heðin Jørgensen)

EB-Streymur - 07 Vestur 0-2

Sigast kann í stuttum um dystin, at vit spældu ikki upp til okkara besta, men vunnu tó uppiborið.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Andrias Eriksen (Brandur, 56'), Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilson (Hørður, 46'), Jákup Sveinbjørn Olsen (Magnus, 87'), Ásmund Hansen; Holgar Durhuus.
Eyka: Eli Poulsen, Hørður Johansen, Brandur Heinason, Magnus á Rógvi.

0-1, Holgar. Eftir horna kemur bólturin út til innskifta Brand Heinason, sum roynir at skjóta, men rakar illa. Tá EB/Streyma málmaðurin ikki heldur bóltinum, fær Holgar nærmast trýst bóltin innum strikuna. Mál til okkara. Havi ikki tíðina, men hugsi, at uml. 20 minuttir tá vóru eftir av dystinum.

0-2, Hørður. Vit fóru í álob í høgru síðu, bólturin varð lagdur inn miðskeiðis fyri málið, úti við 16 meturin, til Hørð, sum við fyrstu røring tekur hann við sær innum verjuna. Einsamallur móti málmanninum, leggur hann bóltin undir málmannin og í málið.

EB/S hevði eitt skot úr spískum, sum bar við tvørtræðið, tá støðan var 0-1. men tó vóru vit eisini nær við onkuntíð og var støðan 0-2 tí ikki órímulig.

Beint fyri hálvleik varð Andrias stemplaður hart, at hann lá uttanfyri til viðgerð teir síðstu minuttirnar áðrenn steðgin. Hann byrjaði inni eftir hálvleik, men mátti út orsaka av smeitinum hann fekk. Dómarin sá ikki ein gongd hendingina sum fríspark!!

Móti dystarenda sá út til, at Holgar fekk eitt strekk í lyskuna. Vónandi er hetta ikki so galið.