EFFO-deildin: 07 Vestur - TB 4-1

Tað, sum kundi blivið ein gysari, hóast tíðliga enn, bleiv ongantíð spennandi. Við tveimum skjótum málum fingu vit nervarnar uppá pláss, og so var bert at halda tørn og taka av teimum møguleikunum, ið fóru at koma. 2-0 í hálvleikinum og 4-1 til endan.

Liðið
Andras Gango; Ásmund Hansen, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe (Jákup Sveinbjørn Olsen), Petur Dalbø; Evrard Blé (Sjúrður Ellefsen), Eli F. Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Holgar Durhuus (Hørður Johansen), Tór-Ingar Akselsen; Ibrahima Camara
Eyka: Petur Meinhard Magnussen, Hørður Johansen, Jákup Sveinbjørn Olsen, Sjúrður Ellefsen, Jákup Gardar Joensen.

Hóast tað hevur verið illfýsið í dag, so vóru umstøðurnar til fótbólt heilt toluligar á Dungasandi í dag. Í byrjanini var nakað av vindi inn á síðuna á vøllinum, men tað skifti til undanvind hjá TB í seinna hálvleiki.

Vit vóru væl fyrireikaðir til dystin, og tað sást. Vit løgdu eisini trýst á veiku verjuna hjá TB beinanvegin, og tað gav úrslit - beinanvegin. Camara var spældur ígjøgnum í vinstra borið, hann trekti inn í brotsteigin, heilt aftur til baklinjuna og so inn móti málinum. Harða skotið bleiv fyrst bjarga og returin setti Camara sjálvur upp undir yvirleggjaran. Herfrá fekk Tór-Ingar skot á, men rakti ein liggjandi TB'ara, og triðja returin, fjórða skotið, setti Tór-ingar í netið. 1-0.

Vit hildu áfram at trýsta gestirnar afturá. Mongu TB-viðhaldsfólkini, ið skulu eiga stórt rós, royndu at stuðla, men einki batti. Ferð eftir ferð máttu verjuleikararnir sparka langt ella útav vøllinum. 

Annað málið kom longu í 15. minutti. Haldi tað var Eli, sum spældi Camara ígjøgnum við bert Óla Johannesen ímillum seg og málið. Hann tók eitt fet til høgru og smekkaði til frá kantinum á brotsteiginum, flatt og móti handaru stong. Flott avrik og 2-0.

Eftir hetta javnaði spæli seg nakað út. Vit høvdu fingið tað, vit ætlaðu, fyri fyrst, og TB slapp inn í dystin. Tó høvdu tvørámenn ongan kvalifiseraðan avslutning, og Gango onga bjarging.

Vit høvdu eisini stórsta møguleikan, sum ikki bleiv mál. Vit fingu fríspar einar 25-30 metrar úti. Eli gjørdi seg kláran og frálíka skotið sang í tríkantinum, niður og út. Sagt verður úr Sørvágs Kommunu, at arbeitt verður fyri at rætt málið uppaftur til næsta heimadyst.

Seinni hálvleikur helt framm við umleið somu mynd. Vit lógu aftarliga og bíðaðu, meðan TB royndi at byggja upp. Teir fluttu nakað av fólki inn, mitt á vøllin, so okkara menn á miðjuni máttu veruliga stríðast fyri sakini.

Tá lítið korter var farið av seinna hálvleiki fingu vit aftur mál. Vit kontraðu og fingu hornað. Innleggið var gott, og Emil var hægstur. Málverjin bjargaði, men Emil tók sjálvur móti returinum og skoraði trygt úr fimm metrum. 3-0.

Tíverri kláraðu vit ikki at halda nullið, sjálvt um TB ikki hevði nevniverdugt at diska upp við. Nýggja álopsessið hjá TB, Poul Ingason, fekk hála TB uppá 3-1 bert fáar minuttir eftir okkara triðja.

Við støðuna 3-1 kundi alt hent. Men tað hendi ikki so nógv annað enn at, Tór-Ingar breyt inn í brotsteigin hjá gestunum, har hann bleiv feldur, og góði dómarin í dag, Eiler Rasmussen, hevði einki annað at gera enn at bríksla fyri brotsparki. Blé avgreiddi brotsparkið rættiliga yvirlegið, har hann setti bóltin ósvitaliga trygt til høgru, eftir at málverjin hevði tveitt seg hinvegin.

Hetta smakkaði væl, og smakkaði av meir. Haldi á 07 Vestur!




Komandi dystir 

1. deild menn
31. okt. 15:00 B71 - 07 Vestur



Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 30 52
NSÍ II 25 38 50
07 Vestur 24 16 45
B68 24 17 40
KÍ II 25 1 34
HB II 25 -21 33
B71 25 6 32
B36 II 25 -12 31
AB II 25 -18 22
FC Hoyvík 25 -57 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 8
Tór-Ingar Akselsen 8
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Gilli Samuelsen 3
Teitur Olsen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Zoran Vujovic 2
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Marjus Nielsen 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1