EFFO: 07 Vestur - TB/FCS/ROYN 0-1

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Petur G. Dalbø (Sigtór 46.) Martin Tausen, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Høgni E. Nielsen, Gunleif Magnusarson, Janus S. Samuelsen, Søren Nielsen, Holgar Durhuus (Jóannis, 90.) Ken Fagerberg (Tór-Ingar, 38.)

Á beinkinum: Silas Eysteinsson, Niels Mouritsen, Rói Hansen, Tóringar Akselsen, Sigtór Petersen, Teitur Olsen, Jóannis á Steig.

 

Vit byrjaðu væl og løgdu høgt trýst á suðuroyar liðið. Vit høvdu nakrar málmøguleikar, men tað vísir seg at vit mangla líka tað síðsta, hvørja ferð. Suðringarnir spældu sera hart til tíðir. Hetta ørkymlaðir okkara leikarar. Serliga hart gekk tað út yvir Ken. Teir skuldu næsta hanga uppi á honum, áðrenn dómarin floytaði. Ken mátti út við skaða aftaná 38 min. Eftir ein nær dyst, tók Ken seg til baklæri. Hann royndi at spæla víðari, men mátti lata seg skifta út. Vónandi er skaðin ikki álvarsamur.

Vit royndu at spæla okkum ígjøgnum, við at brúka okkara vengur, men verjan hjá suðuroyðar liðnum stóóð stinn.

Tá ið uml 20 min vóru spældir, fær suðuroyarliðið horna. Bólturin kemur innfyri og við handaru stong stendur Poul Ingason og skallar bóltin í málið. Hetta var fyrsta royndin á málið, sum suðuroyarliðið hevði í fyrra hálvleiki.

Málið setti dám á okkara spæl restina av hálvleikinum. Spælarar virkaðu ørkymlaðir, eftir at hava stýrt dystinum. Men vit royndu at koma fram til málmøguleikar, men illani gekk. Háleikstøðan var 0-1.

Venjarin gjørdi onkrar broytingar í hálvleikinum. Sigtór kom inná vinstra bakk. Torstein fór yvir á høgra bakk og Petur G. Dalbø fór út.

Vit royndu at leggja trýst á frá byrjan. Suðuroyar liðið var mest í verjustøðu og royndi at spæla uppá umstillingar, uttan at hetta eydnaðis nakað væl. Tað nærmasta teir komu, var til nøkur skot úti frá.

Suðuroyðarlið gjørdi nógv smá fríspørk og hetta gjørdi at vit ikki fingu samanhang í okkara spæl. Til tíðir, máttu vit eisini gera nøkur fríspørk og tá kom sinnið í bonkin hjá Suðuropyarliðnum. Stuttligasta støðan var, tá ið Petter gjørdi eitt fríspark á miðjum vølli og øði kom í beinkin hjá útliðnum. Tá var tað ein tvøramaður á okkara liðið, sum bað bonkin halda tátt, tað gjørdi ikki støðuna betri.

Spentasta støðan í seinna hálveiki var, tá ið Søren kom í góða støðu í brotsteiginum og bleiv feldur. Dómarin floytaði tó ikki og tað hevði hann kanska ein grund til eisini.

Vit royndu at trýsta restina av dystinum, men illani gekk og dysturin endaði 0-1.

Steðgur verður í landskappingini fram til 2. Apríl. Tá møta vit NSÍ í Løgmanssteypinum.

Koyr á 07 Vestur





Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1