Eli aftur í svørtum!

07 Vestur og Eli Falkvard Nielsen hava í kvøld gjørt avtalu fyri 2013. 20 ára gamli Eli Falkvard Nielsen úr Sandavági vendur aftur eftir eitt ár í HB, og kemur at umboða 07 Vestur komandi kappingarár.

Ungi miðvallari hevur umboðað 07 Vestur líka síðan hann var 16. Hann fekk frumdyst sín í vaksnu deildunum sum bert 16 ár og 5 dagar. Árið eftir fekk hann sín fyrsta meistaradeildardyst og hevur síðan spælt 52 dystir í bestu deildini og 50 dystir í 1. deild.

Eftir at 07 Vestur flutti niður í 2011 flutti Eli til Havnar at spæla. Nú vit fluttu uppaftur og gera klárt enn eitt ár í meistaradeildini, avgjørdi Eli so at koma vestur aftur. Tað eru vit sera glað fyri.

Vit ynskja Eli vælkomnan aftur í svart, og gleða okkum til skjótt komandi kappingarárið.





Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1