Savnsmynd: jn.fo

Fara við góðum treysti til Streymnesar

Tað verður aftur ein bardagi um at fáa øll trý stigini til høldar, tá vit kl. 18.00 í annaðkvøld møta EB/Streymi við Margáir. Hetta verður triðja ferðin vit møtast í ár. Í Streymnesi vunnu vit 2-0 og í Sørvági leiktu vit javnleik 2-2, og kundu við eitt sindur meira hepni tikið øll stigini í yvirtíðini, tá frísparkið hjá Søren brast á stongina og út.

EB/Streymur hevur fingið fleiri góð úrslit við Margáir í ár, m.a. við at vinna á KÍ og tvær ferðir ímóti HB, so uppgávan verður torfør. Seinasta umfar blivu teir tó úrlætnir í Klaksvík og teir vilja óivað sleppa at vaska 6-0 avsmurningin av sær sum skjótast.

Okkara menn kunnu við einum sigri mikukvøldið taka enn eitt stórt fet ímóti bjargingini fyri at yvirliva í EFFO-deildini, og vit fara við góðum treysti til Streymnesar eftir øllum trimum stigunum!

Framá 07Vestur!





Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1