Fleiri venjingardystir á skrá

Nú verulig gongd er komin á fyrireikingarnar til komandi kappingarár í Betri-deildini, eru fleiri venjingardystir eisini fingnir í lag. Tann fyrsti verður longu um eina viku, týsdagin 16. januar, á Eiði móti EB/Streymi.

Nýggi venjari okkara, Pauli Poulsen, hevur fyribils gjørt avtalu um 8 venjingardystir, tann fyrsta sum sagt nú hálvan januar, og so fram til fyrst í mars. Harafturat hevur verið vanligt at luttaka í kappingini, sum venjarafelagið skipar fyri, rópt VFF-Cup. VFF-Cup verður væntandi miðskeiðis í februar.

Skráin sær soleiðis út:

16. januar, EB/Streymur á Eiði
20. januar, Skála
27. januar, NSÍ
3. februar, B36 í Sørvági
10. februar, EB/Streymur í Sørvági
25. februar, NSÍ
27. februar, AB í Sørvági
3. mars, AB á Argjum

Broytingar kunnu helst koma í.




Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1