FM-vinnarar, GU12 og DU16.

FM-vinnarar í Futsal: gentur U12 og dreingir U16

Futsal-finalurnar eru spældar hetta vikuskifti, og hjá gentum U12 og dreingjum U16, endaði tað við FM-gull! Hjá dreingjum U10, bleiv tað til silvur. Dreingir U12 vunnu B-bólkin og dreingir U14 vunnu D-bólkin. Hjartaliga tillukku øll somul!

Gentur U12 vunnu bólkaspælið sera sannførandi. Av 15 dystum blivu tað 13 sigrar og 2 javnir, og so sjálvsagt eingi tap. Bert 1 mál kom ígjøgnum, og málúrtøkan bleiv 33-1. Í finalubólkinum í dag, fingu tær fullt stigatal og einki mál kom ígjøgnum. Tær vunnu 2-0 móti HB, 1-0 móti B36 og 2-0 móti NSÍ.

Dreingir U16 vunnu sær eitt tepurt 2. pláss í innleiðandi bólkaspælinum. Og í millumumfarinum bleiv tað aftur til eitt 2. pláss, tó nakað meira sannførandi, og uttan tap. Í finaluni, móti HB, KÍ og EB/Streymi rakk tað tó allan vegin og teir stóðu at enda sum føroyameistarar!

Hjá U10 dreingjum gekk leiðin í finaluna umvegis eitt sannførandi 1. pláss í innleiðandi umfari við 28 av 36 stigum. Í millumumfarinum bleiv tað til 2. pláss. Og í finaluni, móti B36, KÍ og AB, bleiv tað so at enda til silvurheiðursmerkir.

Dreingir U12 høvdu tryggja sær sera gott útgangspunkt eftir innleiðandi og fyrra millumfar, har bæði liðini lógu til finalupláss. Tað miseyðnaðist tó, men teir gjørdu so bart og vunnu B-bólkin.

U14 hjá dreingjum spældu, við einum sera ungum liði, rættiliga góðan fótbólt í flestu dystunum, og vístu eisini at vit hava nógvar góðar leikarar. Móti eldri mótstøðu, hóast, aloftast, leikliga yvirvág, fingu teir ikki neyðugu úrslitini, men megnaðu tó at vinna D-bólkin.

Hjartaliga tillukku við leikarar, venjarar, leiðarar, foreldur og okkum øll!





Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1