Heðin Jørgensen, formaður

Formannsfrásøgnin

Á 07 Vestur kalendaranum hava vit seinastu árini sæð, hvussu streymurin viðhvørt hevur verið harður og aðrar tíðir góður. Aftrat hesum viðurskiftum hoyrir, at tað viðhvørt rekur í við og aðrar tíðir í móti.

Nú er streymtalvan tikin av kalendaranum. Orsøkin er, at vit mettu ikki at hon longur hevur sama tídning, sum fyrr. Men lat okkum samstundis vóna, at viðrákið seinastu tíðina ikki vendir til mótrák, tá vit framvegis hava nakað eftir undir land.

Ítróttarligi parturin, tey vaksnu.

Í fjør royndu vit tað aftur! At standa við steypinum. Hóast kenslan var góð, var glansurin ikki ordeliga tann rætti. Tí steypið í EFFO deildini er baði størri og blankari.

Men áðrenn ein lærir at ganga, skal ein læra at grulva. Tí var tað eisini ein fyritreyt, at skuldu vit spæla við um Effo steypið, skuldu vit fyrst vinna okkum uppí Effo deildina. Tað gjørdu vit so við lít.

Verri gekkst við øðrum liði, sum varð tikið úr kappingini, vegna væntandi manning. Nevndin átekur sær fulla ábyrgd av, at soleiðis varð og vilja vit virka fyri at hetta ikki hendir aftur.

Vit vóru í fjør í tí støðu, at vit tíðliga kundu staðfesta at uppflytingin fór at gerast verðuleiki. Tí varð eisnin farið tíðliga til verka við fyrireikingunum til kappingarárið 2013.

Fyrst var venjaraspurningurin avgreiddur og síðani varð farið undir at gera sáttmálar við okkara egnu leikarar.

Greitt varð, at vit enn ikki bert kunnu stilla við egnnum fólki, um vit skulu standa okkum í fremstu deildini. Tí var tað eyðvitað, at styrkur skuldi til.

Aftrat Jovan og Aristide, sum vit nú meta sum okkara egnu, vóru boð send eftir Ble og Gango. Seinni hava vit eisni gjørt avtalu við Camara. Alt hetta í samrá við venjararnar.

Eli er afturkomin, eftir eitt ár í Havn. Men Rógvi hevur hinvegin valt okkum frá. Ragnar er framvegis í Herning og verður í næstum tikin støða til, hvørt hann skal leingja sáttmálan har, ella um hann kemur aftur til okkum.

Á kvinnu síðuni eru vit enn ov fáment til at melda lið til. Vit mæla tí framvegis til, at okkara kvinnur leika við MB.

Ætlanin er tó, at tá vit hava fólkið, skulu vit eisini hava liðini.

Ítróttarligi parturin, ungdómurin

Nevndin er nøgd við avrikini hjá ungdómsnevndini.

SÍ hevur, við aðalfundarsamtykt, endaliga niðurlagt fótbóltin og latin hann til okkara ábyrgd. Væntandi hendir tað sama í Sandavági, tá tíðin er búgvin til tess. Til tað hendir, halda vit fram við verandi samstarvsavtalu.

Baðið í Sørvági og Sandavági hepnaðist okkum, í stóran mun, at skipa venjingarnar, við góðum og útbúnum ábyrgdarfólki. Hóast úrslitini ikki vóru til heiðursmerki, er nevndin nøgd við gongdina.

Eftir at nývalda nevndin hevur skipað seg, verður ungdómsnevndin fyri 2013 eisni mannað.

Í komandi kappingarárið eru 25 lið meldaði til. Hetta er nakað færri enn í fjør. Fremsta orsøkin er, at vit, eftir at hava roynt í fleiri ár, ikki hava funnið røttu loysnina við fluttningi av børnunum á Streymoynni. Kostnaðurin av hesum hevur ikki staðið í mát við tann stuðul ið vit hava fingið úr tí økinum.

Venjara toymið

Venjara toymið fyri kappingarárið 2013 sær soleiðis út:

· 1. Deild: Piotr Krakowski / Silva Da Braga

· 3. Deild/ U-21 Silva Da Braga / Gutti Guttesen.

· Dreingir: Hegga Samuelsen.

· Smádreingir Silva da Braga.

· Børn í Sandavági: Silva da Braga / Kristina Ravnsfjall.

· Børn í Sørvági: Jógvan Páll Joensen.

Málið hjá ungdómsnevndini er framvegis, at liðleiðari skal verða tengdur at øllum ungdómsliðunum.

Felagið

Jarnhold hevur boðað frá, at hann framyvir ynskir at verða frítikin frá samskipanar starvinum. Tí søknast vit nú eftir nýggjum samskipara, sum verður løntur úr stuðulsskipan fótbólts sambandsins.

Jarnhold fer tó framyvir at taka sær av umsitingarligum viðurskiftum, so sum loyvum, sáttmálum , arbeiðsloyvum og øðrum.

Rokniskapinum hevur Jóhan á Ørg og Risin tikið sær væl av. Ætlanin er ikki at gera broytingar hesum viðvíkjandi.

Ásbjørg Davidsen hevur hugt oman í húsið og tikið upp og vaskað. Vit hava heitt á hana um framhaldandi samstarv.

Roynt varð at skipa ein húsabólk. Hóast hesin ikki fekkst at virka sum bólkur, vóru ábøtur gjørdar av fólki ið skuldi verða í bólkinum. Vit fara at gera enn eina roynd at fáa bólkin at virka. J

Har aftrat eru fólk, ið truðliga hjálpa til við ymisku, allneyðugum uppgávum, serliga í samband við dystir okkara, men eisini við øðrum viðurskiftum.

Uttan megnartøk frá eldsálum hekk felagið als ikki saman. Vit harmast tó um, at alt ov nógv hongur á ov fáum og vóna, at vit fáa fleiri at rætta felagnum eina hond.

(sman støða)

Felagið er ikki bert eitt ár eldri enn við seinasta aðalfund, men eisini eitt ár størri. Menningin er støðug og er gongdin á rættari leið. Men hetta krevur eisini meiri av teimum ið skulu skipa fyri.

Tyngst eru framvegis tøkini ið takast skulu fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga. Síðani hendan seinasta fíggjarkreppan fór at herja, eru fyritreytirnar broyttar. Tað tekur tíð at laga seg til nýggju fyrtreytirnar.

Húsið

Við seinasta aðalfund boðaðu vit frá ætlanunum við húsinum á Dungasandi. - Rom varð ikki bygt eftir einum degi og tað varð 07 Vestur húsið so heldur ikki. Burðurin hevur verið tungur, tá vit, tað mesta av tíðini hava verið í býðistøðu eftir ymisku játtanum ella loyvunum. Nú er tó komið somikið ávegis, at eg tori at lova, at nú verður tað skjótt J

Hatrick Grunnurin hevur játtanð 600.000,- kr., og Sørvágs kommuna 2.400.000,-. Stuðilin frá Sørvágs kommunu verður goldin yvir fýra ár og stuðulin frá Hatrick grunninum verður goldin, tá ætlanin er fullførd. Hetta merkir tí, at neyðugt verður at taka eitt sokallað byggilán. Samráðingar eru við peningastovnarnar um hetta. Eisini verður arbeitt við at oðra sáttmála við hagapartarnar, um leigu av undirlendinum.

Til játtanina frá Sørvágs kommunu fylgja nakrar treytir. Nevndin metir, at felagið uttan trupulleikar kann ganga undir hesar treytir, sum eg her skal kunna aðalfundin um.

Sí brævi frá kommununi

Fíggjarstøðan

Roknskaparliga var árið í fjør, á eini leið. Hesum greiður Jóhan nærri frá um eina løtu.

Eftirmeting

Samanum tikið er nevndin nøgd við gongdina. Ringt er at sleppa undan onkrari mótbrekku, men hóast ferðin er ójøvn, gongur rætta leið. Vit læra av tí vit gjørdu skeivt, eins væl av tí vit gjørdu rætt.

Treystið er gott og vit bjóða framtíðini av við nýggjum málum, so hvørt vit røkka teimum gomlu.

Men eitt er hvat vit, sum í nevndini sita, vilja. Týdningarmiklasta av øllum er, at vit øll standa saman um hetta felags mál. Fleiri herðar lætta um byrðuna.

Framtíðin

Framtíðin liggur í unga ættarliðinum. Við tí arbeiði sum longu er gjørt og við teimum ætlanum ið fyriliggja, metur nevndin, at framtíðin sær bjørt út.

Vit hava tó framvegis tørv á, at fáa so nógv fólk við í sjálvbodna arbeiðið, sum møguligt.

At enda skal eg, vegna nevndina takka kommununum, virkjum, og einstaklinginum, eins væl og hjálpar- og viðhaldsfólki, fyri góðan stuðul. Uttan tykkum var hetta ómøguligt.

Við 07 Vestur kvøðu

Heðin Jørgensen, formaður





Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 18 16 38
Víkingur II 18 20 37
07 Vestur 18 15 35
KÍ II 17 18 32
B68 18 -6 21
B71 16 -10 19
B36 II 18 -10 18
Skála II 18 -8 16
HB II 18 -11 13
EB/Streymur II 18 -22 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 6
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Høgni E. Nielsen 3
Hørður Egilsson 3
Ragnar Weihe 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðnsson 1
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1