Fótbóltsskúli hjá 07 Vestur

Fótbóltsskúlin 2019

Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar.

Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).

Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.

Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er hann ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 6 til 14 ár (tvs. børn fødd í 2005 til og við 2013). Øll sum luttaka fáa afturat góðari fótbóltsvenjing eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.

Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2019 fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 400,00 kr. fram til tríggjar vikur áðrenn fótbóltskúlin verður hildin. Tá hækkar luttøkugjaldið til 500,00 kr.

Fótbóltsskúlin hjá 07Vestur verður:

Í Sørvági, 15. og 16. august 2019
Stað: á Dungasandi
Felag: 07 Vestur

Melda til Fótbóltsskúlan her:

https://www.atgongumerki.fo/fsf/