Fótbóltsskúlin 6.-7. juli 2012

Eins og undanfarin ár skipar FSF saman við feløgunum fyri fótbóltsskúla fyri børn í aldrinum 7-14 ár.

Dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt og skapa nýggj vinarbond, samstundis sum lært verður. Á Føroya Fótbóltsskúla verða bólkarnir vandir í tekniskum fótbóltssnildni. Venjingin er við einum bólti til hvønn leikara. Tekniska venjingin er býtt sundur í at sparka, temja, dribla/renna við bólti, heada og takla.

Venjingin er fyrst og fremst løgd til rættis sum spæl, og á Fótbóltsskúlanum kunnu øll vera við.

Luttakararnir fáa ein fótbólt, Sisu-sodavatn og eina T-shirt frá Føroya Bjór.

Kostnaður fyri skúlan er Kr. 350,00

Tilmeldingin er á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum, www.fsf.fo. Luttakaratalið er avmarkað, og tískil ræður um at gera skjótt av.