Framløga um talgildar dómaraseðlar

Í sambandi við at FSF frá byrjan av kappingarárinum fer yvir til talgildar dómaraseðlar knýttum at leikaraskrásetingini, hevði Mourits Joensen samskipari hjá FSF framløgu um nýggju skipanina, í 07 Vestur-húsinum.

Nýggja skipanin, sum hevur verið í umbúnað í fleiri ár, er ein samlað skipan, sum umfatar leikaraskrásetingina, dystarskrá, dómaraseðlar, skráseting av leikbannum og ymiskt annað, umframt hópin av kunning, ið feløg, leikarar, venjarar, miðlar og onnur kunnu spæla sær við.

Fyri venjarar, liðleiðarar og dómarar úti um landið, verður nú øll skráseting av dystum og dómaraseðlum talgild og avgreitt um eina app á telefonum, teldlum ella teldum. Tøkir leikarar verða hálaðir inn á dómaraseðilin áðrenn dystarbyrjan og góðkendir. Bannaðir leikarar ella leikarar við manglandi ella skeivari skráseting, verða ikki tøkir. Hetta fer at minka munandi um feilir og harvið klagur og burturdømdar sigrar.

Í byrjanini verður sjálvsagt nógv at venja seg við, men vit síggja stórar møguleikar og fyrimunir í nýggju skipanini, sum FSF eigur stórt rós fyri.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1