Øll nevndin tók við afturvalið.

Fundarfrásøgn, 6. regluligi aðalfundurin

Fyri sættu ferð, umframt stovnandi aðalfundin og eykaaðlafundin í heyst, hevur 07 Vestur hildi aðalfund. Herundir kemur fundarfrásøgnin.

Heðin Jørgensen bjóðaði vælkomin og fór beint víðari til væl at fundarstjóra. Eivin Jacobsen var skotin upp og einmalt valdur.

Sambært viðtøkunum gav hann orðið aftur til formannin, ið kom við ársfrásøgn nevndarinnar (hon verður endurgivin í egnum innleggi á heimasíðuni).

Triðja punkt á skránni er framløga av roknskapinum. Jóhan, ið hevur bókhald okkara gekk ígjøgnum lyklatølini og svaraði nøkrum spurningum. Roknskapurin var síðani einmælt góðkendur.

Val av nevndarlimum er fjórða punkt. Allir limirnir tóku við afturvalið, eingi mótvalevni vóru, og limirnir vóru tískil afturvaldir. Teir, ið sostatt framhaldandi manna nevnd 07 Vestur eru: Heðin Jørgensen, Jarnhold Nattestad, Eivin Jacobsen, Jim Sonni Guttesen, Fróði Heri Poulsen og Jón Nordendal.

Fimta punkt á skránni er val av granskoðara. Skotið var upp at velja nýggjan granskoðara, og Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar spf. v/Olaf Frits Joensen vóru einmælt valdir.

Eingi innkomin mál vóru. So skjótt var farið framvið punkt seks.

Og síðan var farið til ymiskt, har tjakast var um mangt og hvat, uttan at nakað mál kom til niðurstøðu.




Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 21 40
NSÍ II 19 16 39
07 Vestur 19 18 38
KÍ II 18 22 35
B68 19 -6 22
B71 18 -16 19
B36 II 19 -11 18
Skála II 19 -8 17
HB II 19 -11 14
EB/Streymur II 19 -25 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 8
Høgni E. Nielsen 5
Ken Fagerberg 4
Ragnar Weihe 3
Hørður Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Martin Tausen 2
Eirikur Ellendersen 2
Tór-Ingar Akselsen 1
Teitur Olsen 1
Heri Kjærbo 1
Asbjørn Heðnsson 1