(f.v.) Jónas Prior, Pætur Akselsen, Sámal á Steig og Hjalmar Gudmundsen.

Fýra 07 Vestur-leikarar við U17-landsliðinum

Í dag, týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 10. august. 

Við í ferðalagnum, vóru fýra 07 Vestur-leikarar, Jónas Prior, Pætur Akselsen, Sámal á Steig og Hjalmar Gudmundsen.

Týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 10. august. 

Føroyar skulu spæla móti Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.