Fyrsta upptaktin í Betri Deildini

Sunnudagin verður Betri Deildin endiliga skotin í gongd. Fyrireikingarnara hava longu verið í fleiri mánaðar, so tað verður gott at sleppa at síggja besta lið okkara aftur. Fyrsti dysturin verður á Argjum sunnudagin kl. 15.

Í mun til í fjør er lið okkara nokkso nógv broytt. Nøkur nýggj andlit eru og av yngru leikarunum skulu onkrir til at taka størri ábyrgd. Og fleiri eru farnir avstað. Á venjarasíðuni er eisini broytt. Soleiðis er við fótbólti, og spennandi er, hvussu fer at roynast.

Øllum kunnugt, er Pauli Poulsen nýggi venjari okkara. Pauli hevur gjørt eitt megnar arbeiði á Skála undanfarin ár, og millum leikarar og tey rundan um besta liðið, skilst at nýggi venjarin veruliga hevur sett sín dám á. Sær til hjálpar er Sigtór Asbjørn Petersen, sum tók um endan í fjør, við einum megnar háli seinastu umførini.

4 nýggir leikarar eru komnir í hópin. Jón Krosslá Poulsen er komin úr Suðri, og Gilli Samuelsen er komin úr B36. Báðir álopsleikarar. Tveir útlendingar eru júst komnir, báðir skrivaðu undir sunnudagin. Kyrylo Silich úr Ukreina kemur frá Jonava í Litava, og Nikola Krcmarevic, Serbi, sum kemur úr Syrianska í Svøríki. Báðir miðvallarar. Arbeitt verður við at fáa loyvini uppá pláss, so vit kunnu síggja hesar báðar á vøllinum sum skjótast.

Frágongdin er rættiliga stór í mun til í fjør. Fleiri av teimum mestleikandi eru farnir. Torstein Mýlingstind er fluttur niður at lesa, og skal spæla við ÍF Føroyum. Holgar Durhuus er farin til Kvik Halden í Noregi, og Søren Nielsen er fluttur heim til danmarkar, og ljóðar til meira ella minni at skula gevast at spæla. Jákup Sveinbjørn Olsen verður helst ikki við í ár, og John Frederiksen er farin til HB.

Fyrsti dysturin í ár verður á útivølli á Argjum móti uppflytarunum úr AB. AB høvdu eitt gott kappingarár í fjør og vunnu 1. deild. Liðið ljóðar til at verða nakað tað sama, tó eru Árni G. Olsen og Tóki á Lofti komnir úr EB/Streymi. Tóki vendir sostatt aftur út á Argir, har hann hevur spælt fleiri ár. Hann spældi eisini hjá okkum í 2016. Sorin Anghel er nýggjur venjari.

Seinast vit spældu móti AB í bestu deildni, var í 2013. AB endaði tað árið á 6. plássi. Fyrsta dystin móti teimum spældu vit javnan 1-1. Gunleif Magnusarson skoraði útjavnandi málið stutt eftir hálvleik. Hinar báðar taptu vit, fyrst 2-0 á Argjum og so 3-0 í Sørvági.

Vit hava ofta havt tað trupult á Argjum, har veðrið eisini ofta ger seg galdandi. Argjamenn hava vanliga eisini verið sera ágrýtnir og gera tað trupult fyri mótstøðuliðið. Og, við leikarum sum Árna G. Olsen, Jobin Drangastein, Bárði Olsen og Rasmus Dan Sørensen, hava teir kvalitet nokk til at gera tað trupult fyri okkum. Og eisini at taka øll stigini, um vit ikki geva minst 100% til seinasta bríksl.




Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1