Gentur U13 taptu steypafinaluna

Vit eru sera stolt av at vit áttu annað liðið í finaluni hjá gentum U13, sum genturnar áttu 100% uppiborið. Tíverri eyðnaðist okkum ikki at vinna dystin og vit máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum.

Alt kann henda ein tílíkan dyst, har alt er uppá spæl og eingin nýggjur møguleiki er at rætta uppá úrslitið. Okkara arbeiddu knallhart og stríddust manniliga, men vit mugu vit bara staðfesta, at mótstøðuliðið hevði betra dagin. At tað skuldi blíva heili 4-1, høvdu vit ikki uppiborið, men soleiðis endar viðhvørt.

Vit eru stolt av gentunum og kedd teirra vegna, at tað ikki eyðnaðist at fara allan vegin. Men uppaftur á hestin, og so taka vit tað næstu ferð!