Góð byrjan fyri 2. liðið

Eftir fyrireikin í tvær góðar vikur, kom fyrsti dysturin hjá okkara nýggja liðið í 3. deild, og fyrsti dysturin í vaksnu deildunum hjá venjaranum, endaði við 1-5 sigrið í venjingardysti móti MB í Miðvági.

Síðan liðið byrjaði at venja mikudagin 27. februar, hava nógvir leikarar luttikið, og humørið hevur verið gott í hópinum. Leikarar í aldri ímillum 15 og 45 hava vant, men teir hava havt tað gott saman og respekterað ymiskleikan í evnum og ambitión.

Í gjárkvøldið var so fyrsti dysturin, venjingardystur móti MB í Miðvági kl. 19:00. Tað var kalt, men sera gott veður til fótbólt.

Liðið: Petur Meinhard; Bjarni Jørgensen, Torstein á Steig, Hans Otto Samuelsen, Gutti Guttesen; Ragnar Ísaksen, Mortan Andreasen; Bjarki Hansen, Beinir Guttesen, Uni Falkvard Nielsen; Magnus Johansen.
Útskiftarar: Lasse Christensen, Jónleivur Joensen, Sonny Hansen, Petur, Hegga Samuelsen, Janus Samuelsen, Høgni Nielsen.

Dysturin var ikki meira enn bríkslaður í gongd, so komu vertirnir á odda, eftir skot úr 20 metrum. Málverji okkara bleiv fullstendiga snýttur tá bólturin rakti ein verjuleikara og so stóð 1-0.

Okkara leikarar góvu sjálvsagt ikki upp og bardust fyri hvørjum bólti. Spakuliga kom okkara spæliætlan til sjóndar og vit skaptu fleiri møguleikar. Magnus Johansen fekk ein stóran, men tað manglaði bert tað síðsta.

Vit fingu tó javnað í fyrra hálvleiki. Tað var Beinir Guttesen sum skoraði.

Í hálvleikinum skiftu vit nakað av fólkið, og vit tóku spakuliga yvir spælið, serliga við landsliðsleikarum okkara, Janus Samuelsen og Høgna E. Nielsen. Umframt Hegga, sum eisini kom inn á miðjuna.

Vit endaðu eisini við at fáa fleiri mál fyri stríðið. Beinir Guttesen fekk eitt afturat, Uni Falkvard Nielsen 2 og Høgni E. Nielsen, sum fastsetti úrslitið til 1-5.

Altíð umráðandi at vinna, serliga grannauppgerð, hóast tað bert var ein venjingardystur.

Koyrið á 2. lið.




Komandi dystir 

1. deild menn
31. okt. 15:00 B71 - 07 Vestur



Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 30 52
NSÍ II 25 38 50
07 Vestur 24 16 45
B68 24 17 40
KÍ II 25 1 34
HB II 25 -21 33
B71 25 6 32
B36 II 25 -12 31
AB II 25 -18 22
FC Hoyvík 25 -57 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 8
Tór-Ingar Akselsen 8
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Gilli Samuelsen 3
Teitur Olsen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Zoran Vujovic 2
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Marjus Nielsen 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1