Góð byrjan uppá 2018

Í fyrsta venjingardysti okkara vunnu vit heili 4-1 á EB/Streymi á Eiði. Hálvleikstøðan varð 1-0 til okkum, men kanska ikki heilt uppiborið. Tó kann eingin mótmæla endaliga úrslitinum. Málskjúttar okkara vórðu Sølvi, Gilli, Jón og Janus.

Væl var ruddað á Hólmanum í dag, so umstøðurnar at spæla, undir góðu ljósunum, vóru avbera góðar, hóast tað var kalt. Nakað er sjálvsagt eftir at gera, bæði inni í húsinum og rundan um vøllin, men, tá alt stendur liðugt, eiga eiðismenn og sundalagsfólk við, ein sanna perlu av einum stadion.

Heimaliðið byrjaði best, og vit høvdu nokk at gera við at royna at steðga mongu álopunum, ið skolaðu oman yvir verju okkara. Tað gjørdist tó ikki serliga vandamikið, og Ivan hevði ikki stórvegis at gera í málinum.

Brádliga, sum so ofta í fótbólti, kom so mál í hinum endanum. Ken fekk ein bólt miðskeiðis á teirra hálvu og trekti oman í vinstru síðu. Hann legði flatt innfyri til Sølva, sum fekk skot á. Málverjin átti kanska at hildi, men tað gjørdi hann ikki, og bólturin hoppaði inn um málstrikuna til 1-0 til okkum.

Hetta var í 27. minutti, og, stutta løtu seinni, hevði heimaliðið sín einasta veruliga møguleika í fyrra hálvleiki. Eftir innlegg kom ein at standa væl innarliga í brotsteiginum og skallaði, men Ivan helt, hóast fleiri sóu hann í netinum.

Einar 5 minuttir fyri hálvleik, kom Martin, sum spældi í álopinum saman við Ken, framvið í høgru og legði flatt inn móti fremru stong, har Ken kom, men varð júst ov stuttur.

Vit skiftu alt liðið í hálvleikinum, eins og EB/Streymur gjørdi. Eftir mongu skiftini vóru vit greitt sterkara liðið. Vit høvdu nógvar stórar møguleikar, serliga systkinabørnini Gilli Samuelsen og Karl Weihe, abbasynir Magna Thomassen í Sandavági, saman við Jón, Janus og Teiti, gjørdu lívið trupult hjá heimaliðinum.

Málið til 2-0 kom í 12. minutti av øðrum hálvleiki. Janus fekk bóltin einar 15 metrar inni á egnari hálvu. Hann fekk gott pláss og trekti væl inn á hina hálvuna, haðan hann legði ein sera góðan bólt í banan hjá Gilla, sum rann ígjøgnum og, einsamallur við málverjanum, var han ísakaldur og setti bóltin í meskarnar. Flott avrik frá bæði Janus og Gilla.

Um miðjan 2. hálvleik varð 3-0 til okkum. Ndende, sum spældi í miðverjuni, kom nakað niðan á vøllin við bóltinum. Hann spældi ein góðan bólt oman í vinstru til Gilla, sum setti ferð á og legði síðan bóltin inn í brotsteigin til Jón. Jón sneiddi ímillum tveir ella tríggjar og smekkaði bóltin í netið.

Umleið 5 minuttri seinni bleiv tað 4. Janus spældi bóltin við uttari síðu av høgra fóti djúpt í vinstru síðu, har Jón vann ein nærdyst. Jón trekti nakrar metrar og legði so flatt inn í brotsteigin. Vit høvdu fleiri mans klárar, men hesir fingu ikki skot á, men uttanfyri brotsteigin stóð Janus aftur, og hann stýrdi bóltin ísakalt í netið til 4-0 til okkum.

Móti endanum bleiv enn stuttligari í Thomassen leguni, tá Ragnar Weihe kom á vøllin, so tríggir teir fremstu vóru Gilli Samuelsen, og systkinabørnini, brøðurnir Karl og Ragnar Weihe.

5 minuttir fyri hálvleik fekk heimaliðið eitt troystarmál, so endaliga støðan gjørdist 4-1 til okkum.

Liðið, 1. hálvleikur: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Niels Mouritsen, Martin Tausen, Fríði S. Joensen; Asbjørn Heðinsson, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilsson (Henning S. Joensen, 29.), Høgni E. Nielsen; Ken Fagerberg, Martin H. Dam.

Liðið, 2. hálvleikur: Silas Eyðsteinsson; Hørður Egilsson, Ndende, Dann Fróðason, Petur G. Dalbø; Janus S. Samuelsen, Solomon Kwao, Gilli Samuelsen, Teitur Olsen; Jón K. Poulsen (Karl Weihe, 77.), Karl Weihe (Ragnar Weihe, 71.).





Komandi dystir

Betri-deildin, 27. mei kl. 15:00
07 Vestur - Skála

2. deild, 26. mei kl. 15:00
07 Vestur - NSÍ 

Kvinnur, 23. mei kl. 18:20
AB/B71 - 07 Vestur a


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 11 14 28
B36 11 13 25
11 10 23
NSÍ 11 11 20
Víkingur 11 3 17
Skála 11 -3 14
EB/Streymur 11 -3 10
TB/FCS/Royn 11 -8 10
AB 11 -12 8
07 Vestur 11 -25 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 7 22 19
AB/B71 6 11 13
TB/FCS/Royn 7 7 12
AB 6 -8 7
07 Vestur b 6 -9 7
ÍF/Víkingur 5 -1 5
EBS/Skála (-3) 5 -1 3
Giza Hoyvík 6 -21 0


Málskjúttar

Margit M. Kwao 7
Mona S. Poulsen 6
Sissal Haraldsen 5
Henrikka W. Jacobsen 3
Julia Niclasen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Paula Jensen 1
Sesilia Olsen 1
Sesilia Prior 1