GU14 skrivað søgu

(Dagført) Við sigrinum í finaluni um Eilif Arge-steypið, gjørdust genturnar fyrsta liðið hjá unga felag okkara, ið vinnur steypakappingina. Liðið er bert tað triðja úr Vágum nakrantíð, ið vinnur steypakapping. 

Tríggjar ferðir áður, hava 07 Vestur-lið staðið í finalu í steypakappingini. Fyrstu ferð í 2010 tá  sera góða U16-felagsliðið 07 Vestur/MB spældu spennandi finalu móti KÍ. Okkara taptu uppá brotsspark. Aðru ferð vóru tað okkara U18-dreingir, sum máttu lúta móti HB, og tað triðju ferðina vóru tað U14 dreingir, sum eisini máttu taka til takkar við ósigri móti HB.

Heimasíðan hevur eisini gjørt eitt kanningararbeiði fyri at finna útav, um nakað annað lið úr Vágum hevur vunnið nakrað steypakapping áður. Vit kunnu staðfesta (við fyrivarni), at tað tykist verða semja um, at bert tvær ferður áður hava lið úr Vágum vunnið steypakapping.

Fyrsta var allarfyrst í sjeyti-árunum, tá SÍF vann steypakappingina í miðaldeildini, um Sjóvinnubanka-steypið. Og aðru ferðina vóru tað felags dreingjalið úr MB og SÍF, sum vann steyapakappingina í 1997.

Men hetta steypið verður ikki tað síðsta!





Komandi dystir

EFFO-deildin, 15. okt. kl. 15:00 
07 Vestur - Suðringar 3-1


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 26 30 52
26 22 49
B36 26 23 47
NSÍ 26 24 46
HB 26 12 38
Skála 26 -11 30
TB/FCS/Royn 26 -12 29
EB/Streymur 26 -16 29
07 Vestur 26 -26 25
ÍF 26 -46 12

Málskjúttar

Søren
8
John
6
Ken
5
Holgar
3
Gunleif
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Martin
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1