HB - 07 Vestur 1-3

Eftir at vera komnir afturum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, megnaðu vit at flyta spæli longur fram og Aristide javnaði í 41. minutti. Í seinna hálvleiki fingu vit betri stýr á tingunum og skoraðu tvey mál. Fyrst Ásmund Hansen, og til endans Hørður Johansen.

Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Ásmund Hansen (Hørður, 73'); Jovan Radinovic-Panic, Jákup Sveinbjørn Olsen (Brandur, 90'), Tór-Ingar Akselsen, Tórstein Mýlingstind, Rógvi E. Nielsen (Elfinn, 66'); Holgar Djurhuus
Eyka:
Eli Poulsen, Hørður Johansen, Brandur Heinason, Elfinn Ørvarodd

1. hálvleikur í dag fer ongantíð í søguna sum eitt fótbóltsligt upplivilsi. Vit vóru ikki serliga væl við, kanska eitt sindur nervøsir. Vit mistu ofta sjálvt einklar avleveringar og spælið hekk als ikki saman. HB hevði oftast bóltin og vit lógu aftarliga. Í 23. minutti skoraðu vertirnir so eisini, tá Gunnar Haraldsen fekk stýrt einum frísparki í málið.

Eftir málið komu vit betur við. Vit fluttu okkum eitt sindur longur fram og royndu at stýra spælinum. Hetta lukkaðist við hvørt, men vit skaptu ongar møguleikar.

Tann einasti møguleikin vit fingu, var uppá ein deyðbólt, sum HB'ararnir ikki fingu rudda burtur. Aristide fekk til endans høvdi undir bóltin og skoraði sítt fyrsta mál í ár. Hetta var í 41. minutti, og vit kundu fara til hálvleiks við betri vón um eitt gott úrslit.

Í seinna hálvleiki vóru vit betur og, sum tíðin leið, fingu vit betri og betri stýr á dystinum. Einar tíggju minuttir inn í hálvleikin, løgdu vit okkum á odda, við fyrsta málinum hjá Ásmundi Hansen fyri felagið. Ungi Miðvingurin hevur gjørt tað gott á høgra bakkinum í ár, men hetta fyrsta málið kom eftir at hann og Tórstein høvdu skift um pláss, so Ásmund var komin fram á høgra vongin at spæla.

Síðsta málið kom móti endanum, og tað var eisini av tí sjálvsama slagnum. Hørður, ið stutt undan var komin inn, fekk ein langan bólt, sum HB verjan helt seg hava undir kontrol. Hørður byrjaði eisini langt aftan fyri verjuleikaran, men við sínum skjótleika kom hann óvæntað fyrst á bóltin og smekkaði til fyrstu ferð úr spískum, og rakti væl so bólturin sat við handaru stong.

Eins og Aristide og Ásmund, skoraði Hørður sítt fyrsta mál fyri árið, í dag.

Endaliga støðan gjørdist sostatt 1-3 til okkum, og vit fegnast um enn ein sigur. Tillukku dreingir!

Næsti dystur verður á heimavølli leygardagin, tá vit taka móti hinum niðurflytarunum, B71,





Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1