Heðin Askham takkar fyri seg

Høvuðsvenjari okkara, Heðin Askham, hevur biðiđ um at verđa loystur úr starvinum sum høvuðsvenjar hjá 07 Vesturi. 

Sum einasta felagið í Betri deildini, er høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur ikki í fultíðarstarvi. Vit mugu ásanna, at krøvini til eitt høvuðsvenjarastarv í Betri deildini hjá monnum seinnu árini bert eru vorðin størri og størri.

Tað hevur verið ein avbjóðing at røkja eitt sivilt starv, samstundis, sum man skal finna neyðugu orkuna til at standa sum høvuðsvenjari hjá einum Betri-liði, og tađ er hetta, sum ger, at Heðin hevur biðið um at verða loystur úr starvi. 

Heðin byrjaði sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur fyri einum góðum ári síðani, og megnaði at venda eini keðiligari gongd í 1. deild soleiđis, at teir í endaspurtinum í fjør vunnu heili 13 av teimum seinastu 14 dystunum. Hetta rakk til eitt annað pláss í 1. deild, og beinleiðis uppflyting í Betri deildina. Í Betri deildini hevur 07 Vestur megnað at fingið 8 stig uppá 11 dystir, og liggja í løtuni á einum áttanda plássi. 

Vit í 07 Vestur eru sera hørm um at missa Heðin, sum veruliga kom inn og fekk flutt felagið nøkur risa fet hettar árið, hann stóð á odda fyri besta mansliðnum. Nevnd, leikarar, starvs-og hjálparfólk vilja takka Heðini fyri tað megnar arbeiðið, hann framdi, og ynskja honum blíðan byr framyvir. Væntandi verður ein nýggjur venjari kunngjørdur ein av fyrst komandi døgunum.





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
12. juni kl. 
07 Vestur - ÍF


Betri Deildin, kvinnur
5. juni kl. 
07 Vestur - EBS/Skála

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
12 47 34
HB 11 23 24
Víkingur 11 14 22
NSÍ 12 6 21
B36 11 6 17
ÍF 11 -17 11
EB/Streymur 11 -9 9
07 Vestur 11 -26 8
B68 11 -20 6
TB 11 -24 2


Málskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Silas Eyðsteinsson 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
8 13 18
HB 8 18 16
Víkingur 7 10 13
EBS/Skála 8 12 16
NSÍ 8 9 13
B36 8 -2 10
07 Vestur 8 -14 6
AB/B71 9 -46 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 1
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1