Høgni undirskrivað nýggjan sáttmála

Høgni Egilstoft Nielsen, ið kom aftur í ár eftir drúgvan skaða, hevur gjørt nýggjan sáttmála við 07 Vestur, og verður sostatt eisini ein týðningarmikil leikari fyri Magnus Powell.

Í fyrsta umfarinum í fjør, 2020, var Høgni óheppin og fekk ein álvarsligan knæskaða, sum gjørdi at hann ikki spældi aftur fyrr enn í apríl í ár, í 4. umfari. Síðan spældi hann seg varliga í form, eisini umvegis nakrar dystir í 2. deild. Út á kappingarárið gjørdist hann fastur maður aftur og endaði kappingarárið sera væl á høgra bakki við tveimum málum.

24-ára gamli sandavágsmaðurin, hóast ungan aldur, mest leikandi av enn aktivu leikarunum hjá 07 Vestur, við 176 dystum á besta liði felagsins. Í ár hevur hann tikið Jovan Radinovic-Panic og Tórstein Mýlingstind aftur, og er sostatt eisini 4. mest leikandi samanlagt, bert aftanfyri Tór-Ingar Akselsen (216), Holgar Durhuus (202) og Jóannis á Steig (178)

Tað eru longu heili 8 ár síðan Høgni at kalla fekk gjøgnumbrot sítt á besta liðinum hjá 07 Vestur tá hann spældi seg inn á liðið bert 16 ára gamal. Fyrsti dysturin var móti B36 í 19 umfari í Betri Deildini, og síðan hevur hann verið partur av liðinum. Eisini eitt skiftið var Høgni liðskipari, men eftir longu skaðafráveruna hava aðrir tikið yvir.

Høgni verður, sum áður nevnt, uttan iva ein týðningarmikil leikari fyri Magnus Powell og 07 Vestur, eins og hann er ein fyrimynd fyri yngru leikararnar hjá 07 Vestur,





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1