
Í morgin fer eitt lítið ferðalag frá 07 Vestur til Keypmannahavnar. Hørður Johansen og Sølvi Egilsson skulu, í eina viku, venja á FC Copenhagen School of Excellence. Silva, ið hevur koyrt eitt serligt venjingarprogramm saman við teimum í vetur, fer við teimum.
Tað er 07 Vestur, ið hevur tikið stig til hetta samstarv við FCK, ið soleiðis gevur møguleikan at senda okkara leikarar til hesa stóru avbjóðing. Serliga áhugavert verður at venja saman við bestu leikarunum í Danmark í hesum aldursbólkinum, og, innanífrá, síggja støði og ágrýtni, ið skal til fyri at røkka ovastu rók.
Í sambandi við venjingaruppihaldið hava Hørður og Sølvi koyrt eitt serliga hart venjingarprogramm, saman við Sonna Ragnar, ið Silva hevur lagt til rættis. Í allan vetur hava leikararnir vant áðrenn skúlatíð, um 06:30 um morgunum og so aftur seinnapartin, eftir skúlatíð. Leikararnir hava allir gjørt stór framstig hesa tíðina, og Silva er sera væl nøgdur við tann eldhuga teir hava víst.
Spennandi verður at fáa teir heimaftur komandi leygardag, og at hoyra hvat teir hava fingið burturúr. Góða eydnu!