Innbjóðing til B1 skeið í januar 2018

Ætlanin er at hava eitt B1 skeið á Skála 19-21 januar 2018.

Undirvísarar: Bill M. Jacobsen og Jan M. Laursen

Endamál/innihald: B1 er 20 tímar, og er byrjanarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, eitt nú við venjing av yngri børnum.

Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðunum, eru m.a.:

· Fótbóltur, foreldur og felag

· Leikarin/barnið

· Venjing og dystur

· Venjarin/ungdómsleiðarin

· Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar

· Etikkur og virðisgrundarlag

Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B1 skeið og eru 18 ár, hava rætt til at søkja luttøku á B2 skeið.

Upptøkutreytir: Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 1.000 krónur. – Konufólk rinda tó ikki luttøkugjald.

Tilmelding: Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF. Far inn á www.FSF.fo , undir “Nethandil”. Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin 08. januar 2018

Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Pætur Smith Clementsen á teldupost psc@fsf.fo ella á tlf. 291964.





«2018»Í dag«Jan»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Komandi dystir

Betri-deildin, 20. jan. kl. 11:00
07 Vestur - Skála Útsett
(Venjingardystur)

FUTSAL
GU12, 20. jan. kl. 11:50 (Argir)
DU12, 21. jan. kl. 13:00 (Argir)
GU14, 21. jan. kl. 18:25 (Argir)

 

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
AB 0 0 0
B36 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
TB/FCS/Royn 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Málskjúttar