Jón Nordendal, nevndarlimur, og Jens Erik Rasmussen.

Jens Erik tekur 3 ár afturat í 07 Vestur

So kom jólagávan til allar 07 Vestur-fjepparar: Ársins ungdómsvenjari, Jens Erik Rasmussen, hevur júst undiskrivað nýggjan sáttmála, so dugnaligi og vælumtókti miðvingurin heldur fram sum venjari uppá fulla tíð komandi trý árini.

Eftir at hava virkað sum venjari á ymiskum aldursbólkum í nøkur ár, tók Jens Erik við sum venjari uppá fulla tíð í vár. Síðan hevur hann vant ávís lið og eisini hjálpt hinum venjarunum í felagnum. 

Við at Jens Erik hevur arbeitt einans við fótbólti, hevur 07 Vestur kunna víðkað um tilboðini. T.d. var fótbóltsvenjing fleiri ferðir um vikuna fyri øllum aldursbólkum alt summarið, tá vit vanliga hava havt longri steðg. Eisini síðan kappingarnar endaðu í heyst, hevur verið vant fleiri ferð um vikuna, bæði áðrenn og eftir skúlatíð.

Arbeiðið hevur gingið sera væl og undirtøkan í ungdómsdeildini hevur ongantíð verið størri enn í ár. Í summum aldursbólkum í onkrum av bygdunum er luttøkan nærum 100%, og, smbr. hagtølunum hjá FSF, er 07 Vestur felagið í landinum, ið hevur stórst undirtøku í mun til fólkatalið.

Barna- og ungdómsarbeiðið í 07 Vestur hevur ein týðandi leiklut í trivnaðinum í oynni og viðvirkar í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum skúlar, kommunur og onnur gera.

Les eisini: Gandakallurin við bóltinum ársins ungdómsvenjari 2017




Komandi dystir

Betri-deildin, 22. apríl kl. 15:00
Víkingur - 07 Vestur

3. deild, 21. apríl kl. 17:00
07 Vestur - NSÍ a

Kvinnur, 22. apríl kl. 16:30
07 Vestur a - TB/FCS/Royn


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
5 8 15
NSÍ 5 6 10
HB 5 2 10
Víkingur 5 1 9
EB/Streymur 5 3 8
B36 5 1 7
Skála 5 -1 6
TB/FCS/Royn 5 -8 3
AB 5 -5 2
07 Vestur 5 -7 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 3
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 2 7 6
07 Vestur b 2 2 4
AB/B71 1 2 3
AB 2 0 3
TB/FCS/Royn 2 0 3
ÍF/Víkingur 2 -2 1
Giza Hoyvík 1 -4 0
EBS/Skála 2 -5 0


Málskjúttar

Henrikka W. Jacobsen 3
Sissal Haraldsen 3
Julia Niclasen 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Margit M. Kwao 1
Mona S. Poulsen 1
Sesilia Prior 1