Jim Sonni Guttesen, formaður, og Jón Krosslá Poulsen.

Jón Krosslá Poulsen til 07 Vestur

07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.

29-ára gamli áloyparin hevur drúgvar royndir í føroyskum toppfótbólti og verður roknaður sum ein veruligur fongur í Vágum. Umframt royndir hevur Jón altíð skotið mál, og í ár fekk hann meira enn ein fjórðing av málunum hjá suðringum.

Jón Krosslá Poulsen spældi farna kappingarárið fyri samanlagda suðuroyarliðið. Í fjør leikti hann fyri Víking, men hevur annars verið mest at síggja í feløgunum úr Suðuroy, FC Suðuroy og VB/Sumba, undantikið eitt ár í HB. Hann hevur spælt fleiri enn 200 dystir í meistaradeildini og skotið 48 mál.

Hjartaliga væl komin vestur, ella norður, kanska, Jón. Vit gleða okkum at síggja teg í svarta búnanum!




«2018»Í dag«Jan»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Komandi dystir

Betri-deildin, 20. jan. kl. 11:00
07 Vestur - Skála Útsett
(Venjingardystur)

FUTSAL
GU12, 20. jan. kl. 11:50 (Argir)
DU12, 21. jan. kl. 13:00 (Argir)
GU14, 21. jan. kl. 18:25 (Argir)

 

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur 0 0 0
AB 0 0 0
B36 0 0 0
EB/Streymur 0 0 0
HB 0 0 0
0 0 0
NSÍ 0 0 0
Skála 0 0 0
TB/FCS/Royn 0 0 0
Víkingur 0 0 0

Málskjúttar