Kravda handartaksmyndin skal sjálvandi eisini uppá pláss, her Ken Fagerberg saman við formanninum, Jim Sonna Guttesen.

Ken komin og gleðir seg at sleppa í gongd

Ken Fagerberg er ein av mest spennandi leikarunum, ið komnir eru til føroysku kappingina. Fyrr í dag lendi hann í Vágum, klárur og spentur at byrja at venja við nýggju liðfeløgunum.

27-ára gamli sviin letur sera væl at móttøkuni og umstøðunum í útbygda og umvælda húsinum í Sørvági. Í morgin møtir hann restini av hópinum til fyrstu venjing hansara og fær sostatt nærum alla uppkoyringina til kappingarárið við. 

EFFO-hópurin hevur annars vant í nakrar vikur, í samstarvi við Ven og Tróndur Ravnsfjall. Eftir nýggjár verður venjingin so flutt út á vøllin og seinast í januar fáa vit fyrsta venjingardystin.

Sum nevnt er húsið í Sørvági útbygt og umvælt, og hetta arbeiðið verður liðugt í januar, tá loftið eisini verður tikið í nýtslu. Arbeiðið at gera vøllin kláran eru eisini í gongd: girðingin verður flutt út og ljósini verða skift, so umstøðurnar lúka treytirnar hjá UEFA. Seinni í vár verður so vøllurin eisini skiftur.




Komandi dystir 

1. deild menn
22. sep. 07 Vestur - AB

1. deild kvinnur
23. sep. 07 Vestur - KÍ


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 28 44
NSÍ II 19 24 38
B68 19 14 31
07 Vestur 19 7 30
HB II 19 -1 30
B36 II 19 -8 24
B71 19 2 23
KÍ II 19 -12 23
AB II 19 -18 12
FC Hoyvík 19 -36 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 6
Tór-Ingar Akselsen 6
Dann Fróðason 3
Gilli Samuelsen 3
Martin Tausen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Teitur Olsen 2
Eiler Fróðason 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 10 36 24
07 Vestur 11 14 22
HB 10 5 21
ÍF/Víkingur/B68 10 -1 16
TB/FCS/Royn 9 -14 7
AB 9 -10 6
9 -30 4

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1