Kvinnudeildin skotin í gongd

Við stuttari og stuttligari venjing og hugnaløtu aftaná, meðan gentur U8 spældu uttanfyri, hevði kvinnudeildin hjá 07 Vestur sítt fyrsta tiltak.

Kvinnudeildin hjá 07 Vestur skipaði leygardagin fyri venjing og hugnaløtu aftaná, í góðveðrinum í Sørvági. Tiltakið byrjaði við upphiting, sum Hegga og Jens Erik skipaðu fyri, og aftaná, bleiv dystur skipaður.

Tá dysturin var liðugur, hevði grillin koyrt eina løtu, so grillmeistarin John Weihe, kundi bjóða leskiligan døgverða. Ímeðan leikarar, nevnd og onnur hugnaðu sær uppi á loftinum, og U8 gentur spældu uttanfyri, greiddi A-landsliðvenjarin Pætur Clementsen frá síni hugsan um týðningin av kvinnufótbólti, og, eftir hann, greiddi A-landsliðsleikarin Ásla Johannesen frá síni leið sum fótbóltsleikari.

At enda greiddi umboð fyri kvinnudeildina hjá 07 Vestur frá ætlanunum fyri komandi ár, umframt at kjakast var eitt sindur um hvussu arbeiði skal verða.

Kvinnudeildin skal standa á odda fyri elsta gentuliði felagsins, sum verður U17, kvinnuliðum og Old Girls. Planleggingin hevur longu verði í gongd í fleiri mánaðar, og komandi ár kann 07 Vestur so endiliga bjóða gentum og kvinnum í øllum aldri hóskandi fótbóltstilboð - og tað gleða vit okkum til.

Koyrið á 07 Vestur!




Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1