
Kvinnurnar aftur á sigurskós, við 5-1 sigri á felagsliðinum úr suðri.
Eftir tvey tap var umráðandi at vinna heimadystin móti TB/FCS/Royn í dag, og tað eyðnaðist við sannførandi 5-1 sigri og fimm ymsum málskjúttum. Fríggjadagin spældu GU18 móti AB/B71 og leygardagin spældu GU15 við Margáir.
Við nógvum yngri leikarum og fleiri úr U18, mannaði Høgni eitt vónríkt lið vði framtíðinin hjá 07 Vestur fyri eyga. Bert ein leikari í hópinum var eldri enn 22 ár og 6 leikarar høvdu aldur til U18: Helma, Eyðrið, Marita, Kristina, Asta og Hanna, og tríggir leikarar fingu fyrsta mál sítt fyri 07 Vestur: Marita, Hanna og Eyðvør. Hini bæði skoraðu Julia og Sesilia Olsen.
07 Vestur hevði greiða yvirvág báðar hálvleikir. Í fyrsta hálvleiki skaptu tær nógvar møguleikar, men hálvleiksstøðan 2-1 avspeglaði ikki spæli. Betri gekk í 2. hálvleiki og vit endaðu dystin við 5-1 stórsigri, sum eisini varð rættvíst, eftir leikgongdini.
Gott at síggja smíl á andlitunum aftur og vit gleða okkum til næsta dyst, sum verður á útivølli móti KÍ komandi sunnudag.
Liðið: Tomasia Njálsdóttir Niclasen (M), Katrina Davidsen, Helma Thomasen, Eyðrið Rúnadóttir, Paula Jensen (L), Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Marita E Thorsvig, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Asta Egilstoft Nielsen, Hanna Thomassen
Gentur U18
Hetta vikuskiftið spældu fleiri av gentunum eisini við U18. Tað var fríggjakvøldið at Tróndur Ravnsfjall og lið hansara spældu tørføran dyst móti einum av oddaliðunum, AB/B71. Okkara vórðu eisini ov stuttar, hóast spælið alsamt gerst betri, og taptu 2-4.
Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Asta Egilstoft Nielsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Miriam Thomassen, Kristina Lovisa Skylv Thomassen, Hanna Thomassen, Eyðrið Rúnadóttir, Helma Thomasen, Hanna Ole-Jacobsen, Rebekka Bjarnadóttir Prior, Nikolina Ravnsfjall, Laura Skov Weihe, Laila W. Mouritsen, Fríða Haraldsen.
Teirra næsti dystur verður fríggjakvøldið 3. juli úti móti EBS/Skála.
Gentur U15
Í gjáramorgunin vóru U15-genturnar aftur í eldinum. Tær høvdu eisini truplan útidyst móti einum av oddaliðunum, men góvu heimaliðinum úr sundalagnum skarpan gang, men vóru tíverri ov stuttar og taptu 3-1. Vár skoraði okkara mál.
Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Elin Hovgaard, Rikka Allansdóttir Joensen, Laura Dam Johannesen, Sára Rúnadóttir, Bára Jansdóttir, Lisa Haraldsen, Jasmin Prior Braga, Emma Vilhelmsdóttir, Elisa S. Lamain, Vár E. Petersen, Jóhanna Kjelnæs, Turið Nysted, Lea Kjartansdóttir, Lilja Tonysdóttir Haraldsen, Laura Skov Weihe.
Genturnar skulu aftur spæla komandi leygardag, tá vit taka móti felagsliðinum ÍF/B68.