Kvinnurnar bert javnleik hóast yvirvág

Kvinnurnar spældu sera spennandi móti ÍVB, men fingu bert eitt stig, og, sum dysturin varð, má tað síggjast sum tvey tapt stig. GU18 vunnu á MB uttan dyst og GU15 vunnu 3-2 í Hoyvík

Tað var langt upp til ein spennandi dyst, tá kvinnurnar hjá okkum, tóku ímóti felagsliðnum ÍVB, ið er samansett av ÍF, Víkingi og B68. Liðini liggja nummar 2 og 3 á stigatalvini, har okkara kvinnur hava 3 stig fleiri, so talan var um ein týðandi dyst.

Dysturin byrjaði heldur keðiliga fyri okkara viðkomandi. Tað vóru ikki meir enn 3 minuttir farnir, so hevði útiliðið lagt seg framum. Fyrri hálvleikur var heldur slakur frá okkara síðu. Vit fingu ikki veruliga sett gestirnar undir trýst, og tað var langt millum kjansirnar.

Vit fingu tó eitt mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ruth fekk bóltin miðskeiðis á teirra hálvu eitt sindur til høgru. Hon rak eitt sindur inneftir, áðrenn hon høgdi til við vinstra beininum, og umvegis stongina fór bólturin innum. Eitt sera vakurt mál.

Annar hálvleikur var munandi betur frá okkara síðu. Og tað gingu nakrir fáir minuttir, so høvdu vit lagt okkum framum. Ein langur bóltur verður sendur fram, har Julia og málmaðurin komu ísenn til bóltin. Eingin teirra fekk veruliga bóltin, og sprakk hann eini 3 metrar frá teimum, har ein púra frí Kristina tók móti bóltinum. Einans 16 ára gomul var hon ískøld og skeyt bóltin í málið hjá gestunum, 2-1 til okkum.

Tað, ið eftir var av hálvleikinum stýrdu vit. Vit høvdu fleiri farligar støður inni í brotsteiginum hjá teimum, men fingu sjálvdan ordiligt skot á. Tá vit so høvdu sett kanónina móti málinum, vardi málmaðurin fyri.

Tí var tað móti leikgongdini, at ÍVB, bæði javnaði og legði seg á odda 3-2, upp á góðar 3 minuttir.

Aftur tóku vit yvir, men tíðin byrjaði at ganga undan okkum. Tað eydnaðist tó okkum at javna, beint áðrenn tann vanliga tíðin var farin. Julia fekk bóltin, púra einsamøll, á miðjum vølli. Hon bíðaði eftir Margit, sum fór við fullari ferð í vinstru. Beint áðrenn Margit kom innum verjuna hjá teimum, fall avleveringin og einsamøll móti málmanninum skoraði Margit trygt.

3-3 varð endastøðan, hóast tað ikki er nøkur katastrofa, so eru vit ørg um, at vit ikki fingu øll 3 stigini.

Liðið: Sesilia Prior (M), Katrina Davidsen, Margit M. Kwao, Paula Jensen, Barbara Prior (L), Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Thomasen, Kristina Nattestad, Rebekka Egilstoft Hentze, Marita E Thorsvig, Bettieyð Ellingsgaard, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen.

Nú eru bert tveir dystir eftir, fyrst er tað til Suðuroyar, og enda vit heima móti KÍ.

Gentur U18

Fríggjakvøldið áttu GU18 heimadyst móti MB, men av tí gestirnir ikki møttu, vunnu vit 3-0 uttan dyst. Gentur okkara spæla aftur í kvøld á útivølli á Argjum móti AB/B71.

Gentur U15

Gentur okkara vóru sunnudagin á vitjan í Hoyvík. Okkara lið var við yvirvág og løgdu seg framum við 3 málum, sum Lisa, Vár og Laura skutu, áðrenn heimaliðið móti endanum fekk tvey mál, so úrslitið gjørdist 3-2.

Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Elin Hovgaard, Karin Vang Jacobsen, Rikka Allansdóttir Joensen, Laura Dam Johannesen, Sára Rúnadóttir, Bára Jansdóttir, Lea Kjartansdóttir, Lisa Haraldsen, Jasmin Prior Braga, Vár E. Petersen, Bjørk Akselsen, Laura Skov Weihe, Sonja Klein,

Sambært leikskránni hjá FSF spæla vit aftur í morgin, leygardagin, á útivølli móti ÍF/B68.